Prikk, prikk, prikk...

Høgni Hoydal ber í grein í dag fólki hálvar sannleikar. Hálvir sannleikar eru tíverri ofta eisini hálvar lygnir

Sjúrður Skaale
-------

Høgni Hoydal roynir í greinini »Stjórnarskipan ella undirskipan« enn einaferð at fáa tað til, at meirilutin í stjórnarskipanarnevndini hevur brotið eina semju, givið eftir fyri donskum trýsti - og at hetta flytir okkum frá »stjórnarskipan« til »undirskipan«.
Hóast Høgni veit, at hetta ikki er satt, blívur hann við at mála hesa somu myndina.
Hesaferð grundgevur m.a. soleiðis:
»Øll hesi árini hevur tí staðið greitt í formælinum til lógina: ?“Landsins egnu lógir eru einans tær, sum gjørdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum eftir fólksins vilja (...) Allar lógir og siðvenjur skulu virða hesa stjórnarskipan. Eingin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð.”
Men hetta er nú strikað. Ístaðin er sett inn henda orðing: ?“Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk (...)”
Vit eru sostatt farin frá einum grundarlagi, har allar aðrar lógir skulu virða ta stjórnarskipan, sum Føroya fólk samtykkir. Til eitt grundarlag, har okkara stjórnarskipan skal virða allar aðrar lógir, sum ikki eru samtyktar av fólkinum.«

Hálvur sannleiki
Viðhvørt er ein hálvur sannleiki eisini ein hálv lygn. So er í hesum føri.
Høgni endurgevur bara helvtina av tí nýggja setninginum, sum er komin inn í formælið. So steðgar hann, og skrivar bara prikk, prikk, prikk.
Í fullum líki er orðingin henda:
»Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.«
Sí - hetta er jú nakað heilt annað. Vit virða teir sáttmálar, sum Løgtingið sjálvt hevur sett í verk - inntil vit siga teir upp, og taka við málsræðinum sjálv.
Høgni roynir at seta líkheitstekin millum at »virða« og at »geva seg undir«. Men tað er altso ikki tað sama. Og hvussu kann stjórnarskipanin vera undir heimastýrislógini, tá hon heimilar okkum at seta heimastýrislógina úr gildi og sjálv taka við málsræðinum?
Gott hevði verið, um Høgni helt seg til allan sannleikan. Men sjálvandi: Hevði hann gjørt tað, hevði hann ikki fingið ta niðurstøðu, sum hann vil hava.
Í greinini hjá Høgna eru eisini aðrir hálvir sannleikar. Teir skal eg venda aftur til.