BARNAVERND
Málið um familjuna, ið fær minni stuðul, enn barnaverndin á staðnum, mælir til, er ikki endað enn. Allar avgerðir, Almannastovan tekur, kunnu kærast, og sum skilst fer barnaverndin í hesum førinum at kæra. Hon metir nevniliga ikki, at tað er rætt, at umbønin um tjúgu tímar stuðul til eina familju á staðnum, skal skerjast niður í ein triðing, tí koyring hjá familjuráðgeva verður drigin frá tillutaðu tímunum.
- Familjuráðgevar eru bara í Havn, eingin slíkur er úti á bygd, og tað sigur okkum so mikið, at familjur og børn á bygd og í Havn ikki eru líka fyri, um koyringin hjá viðkomandi er innroknað stuðlinum. Flyta vit hetta dømið til Havnar, ivist eg ikki í, at familjan í Havn hevði fingið fleiri tímar ráðgeving enn familjan á bygd, tí viðkomandi ikki hevur langan veg til arbeiðis, sigur barnaverndarlimurin, ið vil vera ónevndur.
Barnaverndarlimurin hevur ikki stórt álit á, at bygnaðarbroytingarnar, sum fara fram á Almannastovuni í løtuni, fara at gera samskiftið millum barnaverndir og stovnin betri.
- Vit kunnu vísa á mál, sum eru eldri enn eitt ár og sum framvegis eru til viðgerðar á Almannastovuni. Mannagongdin á Almannastovuni er soleiðis eftir øllum at døma, at málsviðgerðin ikki hevur heimild at taka nakra avgerð. Málini skulu ígjøgnum nógvar hendur, áðrenn ein avgerð verður tikin, og tað ger, at tíðin dregur út. Fyri okkum at síggja, sær ikki út til, at nøkur føst mannagongd er.
Fyrisitingarlógin ásetur eina fasta mannagongd viðvíkjandi samskifti millum stovn og brúkara.
- Senda vit eitt bræv, eina umsókn ella umbøn, eigur Almannastovan at melda aftur til okkara, tá ið stovnurin hevur fingið brævið, og siga frá, hvør málsviðgerðin er og hvat síðani hendir í málinum. Hetta verður als ikki fylgt og vit vita tískil ikki, hvat hendir í málinum og um nakað yvirhøvur hendir. Tí eru vit noydd at ringja og rykkja, og tað eru vit sera misnøgd við.