Prinsippspurningur 2

Fyri einum mánaði síðan setti undirritaði fram nakrar spurningar um sonevnda blokkin og hevði í mínari fávitsku vónað at fingið svar. Enn er einki svar komið, hvørki frá honum, sum nevndur varð í greinini, ella øðrum. Er so ringt at greiða fólki frá tí? Men vit eru framvegis mong, ið fegin vilja fáa greiðu á, hvussu tað fer at bera til at bøta um landsbúskapin við minni fíggjarorku

Av tí, at einki svar er komið enn, er mín óvissa og mín ótryggleiki um framtíðina vaksin munandi, tí um mítt egna húsarhald hevði verið rikið á sama hátt, sum landsins búskapur verður umsitin, hevði eg verið settur undir umsiting alt fyri eitt.

 

Heimastýri – fullveldi.

Datt fram á fittligan bókling, ið varð givin út í árinum 2000: “Frá heimastýri til fullveldi”. 3 táverandi landsstýrisfólk: Anfinn Kallsberg, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hava undirskrivað hann landsstýrisins vegna. Øll 3 eru framvegis virkin í føroyskum politikki. Skal stutt tríva í okkurt av tí sera forvitnisliga, sum har er skrivað:

 

Á síðu 4 stendur soleiðis (endurgeving): “Skulu vit í verki standa á egnum beinum, er fyrsta treyt, at vit megna at byggja upp ein sjálvberandi búskap. Og fortreytirnar fyri hesum hava ongantíð verið so góðar, sum tær eru í dag. Okkara búskapur er ikki longur ein reinur studningsbúskapur. Í 10 ár hevur yvirskot verið í landshúsarhaldinum, og í ár verður bert um leið triðingurin av danska studninginum brúktur í samfelagnum” (endurgeving liðug).

 

Víðari verður sagt á blaðsíðu 26: “Blokkstuðulin er nú knappar 950 milliónir krónur. Av hesum eru farnu árini millum 300 og 400 milliónir brúktar til rakstur av tí føroyska samfelagnum”.

 

Seinri á somu síðu stendur soleiðis: “Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska blokkinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd”.

 

Eingin dagføring – takk!

Í 2002 samtykkja danska stjórnin og heimastýrið, at blokkstuðulin skal ikki dagførast, men minka 366,4 milliónir krónur, tí at heimastýrið yvirtekur skúlaverkið og almenna forsorg sum sermál. Ríkisveitingin í 2002 verður tí 615,5 milliónir krónur, og tað er hon enn, tí semja er millum donsku stjórnina og heimastýrið, at blokkurin skal ikki dagførast. Henda avtala varð seinast longd í desembur í fjør í eitt ár. Hvussu samsvarar hetta við, at “restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd”?

 

Seinastu árini, 2002-2006, er innistandandi í Landsbankanum minkað úr 2.412 mill. kr. í 1.093 mill kr. Í 2007 økist innistandandi aftur upp í 2.467 mill. kr., sum er grundað á søluna av Føroya Banka og parti av Atlantsflog. Nú sær ikki so heilt galið út, men longu í ár fer í minsta lagi ½ milliard út úr Landsbankanum, og óivað verður hallið enn størri. Vánirnar uttan um okkum tykjast ikki góðar.

Men vit hava kanska “restina, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd”, ella hvat? Mær vitandi er tann peningurin farin fyri skeyti - hann er latin gevaranum aftur.

Støðan í landsbankanum.

Fíggjarstøðan 31nda desembur 2008 sær nøkulunda soleiðis út: Í Landsbankanum eru uml. 2 milliardir kr. umframt tað, ið stendur á bók í fíggjarstovni. Lánið til Íslands, kr. 300 milliónir, er ikki goldið enn. Eftir hesum sær út til, at fíggjarstøðan 31.12.2009 verður henda: Í landsbankanum stendur umleið 1,2 milliard krónur umframt innistandandi í peningastovnum, so við hesari gongdini situr landsbankastjórin á botni í bankanum og leitar eftir teimum síðstu krónunum á jólum 2011, um aðrar inntøkur verða ikki funnar.! Skal føroyingurin sova róliga, meðan løgtingslimir hava úr at gera við at geva hvør øðrum skyldina fyri syndarligu støðuna?

 

Við hvørjum rætti frásigur landsstýrið sær út við 1 milliard krónur, sum føroyski borgarin eigur? Við hvørjum rætti avmarkar landsstýrið donsku veitingina til serforsorgina og fólkatrygdina, sambært avtalu 21. desembur 2001?

 

Harri ella tænari?

Føroya fólk hevur rætt til at fáa greiðu á hesum, tí enn tosa flestu politikkarar eitt mál, sum mong hava ilt við at skilja. Gjógvin millum veljaran og tey fólkavaldu tykist vaksa. Tit, ið manna Føroya Løgting og landsstýrið, eru komin upp á hægsta politiska tindin í Føroyum. Tykkara uppgáva er ábyrgdarfull. Tað er ein spurningur um álit. Tit hava boðið tykkum fram til at tæna fólkinum ábyrgdarfult. Vísið í verki, at tit eru uppgávuna vaksin - um tit eru hana vaksin!

 

 

 

E.S.: Prinsippspurningur 3 kemur um umleið ein mánað og fer at snúgva seg um avtaluna 21. des. 2001 við danska Socialministeriet – um einki nøktandi svar er komið, og Prinsippspurningur 4, um einar 2 mánaðir, fer at vísa, hvussu nógvur peningur er latin dønum aftur í sambandi við niður-frystingina av blokkinum.