Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun 208,5 tons av fiski fyri stívliga 3,4 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 16,30 krónur fyri kilo.
Sambært sølutølunum hevur toskur framvegis nøkulunda prís í mun til fiskaprísin teir fyrstu søludagarnar í árinum. Verri er við hýsuni, sum at síggja til er nógv fallin í prísi síðan ársbyrjan.
Størsta einstaka nøgdin á uppboðssøluni í morgun var toskur, og her var mest av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 17,46. Næst mest var av toski 4, sum fekk miðalprísin 14,08 krónur fyri kilo.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hýsa hevði vánaligan prís á søluni í morgun. Mest var av hýsu 2, sum einans fekk miðalprísin 9,32 krónur fyri kilo. Sjálvt tann størsta hýsan fekk bert 10,96 krónur í miðal fyri kilo.
Nøkur tons vóru av longu, og her var besti miðalprísurin 11,44. Nøkur tons vóru eisini av upsa, sum ikki hevur verið so vanligur at síggja á uppboðssølu, og her var besti miðalprísurin 11 krónur fyri kilo.
Havtaska og svartkalvi lyftu væl undir samanlagda miðalprísin á uppboðssøluni í morgun. Havtaska fór fyri miðalprísin 23 krónur fyri kilo, og svartkalvi fór fyri 29,74.