Prísvøksturin er nú 0,7 prosent

Prísvøksturin seinasta árið hevur verið lítil og støðugur eftir at hava verið stórur í fleiri ár.

Tað skrivar Hagstovan. Rentan er lækkað nógv, og dregur tað prístalið niðureftir.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri novembermánað í ár.

Prísvøksturin frá november 2024 til november 2025 var 0,7 prosent. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir nærum fýra prosent, og prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir 14,5 prosent.

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.

Í november 2025 vóru mat- og drykkjuvørur sløk fýra prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 22 prosent. Smør, margarin og oljur eru meir enn átta prosent dýrari nú. Prísvøksturin á kjøti er nærum átta prosent. Av kjøtvørum er tað neytakjøt og svínakjøt, sum er dýrkað mest.  

Prísvøksturin á frukt er næstan fýra prosent, meðan grønmeti er eitt gott prosent dýrari nú, enn tað var í november í fjør.

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan níggju prosent frá november í 2024 til november í 2025. 

Miðalrentan er lækkað meir enn 40 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður góð ellivu prosent.

Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin í flestu londum í Evropa. Millum hini londini er prísvøksturin í Finnlandi ein tann lægsti — hann er 1,5 prosent. Prísvøksturin í Danmark er 2,0 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 3,4 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 2,7 prosent. 

Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

 

 

Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur

Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan. 

 

Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv. 

 

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

 

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

 

Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.

Síggi grafar o. a. á hagstova.fo