Privat stuðla grasvøllin við trimum milliónum

Um fýra vikur verða fløgini løgd á í Gundadali, har tað verður arbeitt av lívsins kreftum, m.a. við maskinum, sum B36 hevur fingið skipasmiðjuna at stuðla við

Tað verður arbeitt av lívsins kreftum á økinum í Gundadali, sum ætlanin er bara um hálvan triðja mánaða skal vera ein grasvøllur við plássi til fýra túsund áskoðarar.

Higartil hevur tað kanska verið torført at ímynda sær, hvussu hetta skal bera til, men nú um dagarnar verða fyrstu elementini sett upp, og í komandi viku verður arbeiðið við lendinum undir vøllinum liðugt.

Poul Michelsen, sum er formaður í vinnurekandi grunninum, ið stendur fyri arbeiðnum og skal eiga og reka vøllin, hevur hesa síðstu vikuna lagt endan til tað, sum vit kanska kunnu kalla eina felags flongju frá stjórunum á øllum skúlunum í høvuðsstaðnum, sum eru samdir við teimum, ið siga, at tað er óðamannaverk at skunda eina fótbóltsætlan ígjøgnum og harvið ikki gera karmarnar fyri frælsa ítróttinum betri, enn teir hava verið, og tað vil siga, at teir framvegis skulu vera út av lagi vánaligir í høvuðsstaðnum.

Tá vit spyrja Poul Michelsen, um hesin veruleikin ikki hevur ávirkað hugsanirnar og harvið ætlanirnar, sum hann framum nakran annan er ímyndin av, svarar hann soleiðis:

? Eg var ikki av teimum mest skikkiligu, tá eg gekk í skúla, so hatta við flongjunum, sum tit kalla tað, er ikki nakað nýtt. Men vit hava eina ætlan, sum vit vita er realistisk ? tað vil siga, at tað er samband millum tað, sum vit ætla at gera og fíggjarliga grundarlagið ? og vit eru sannførdir um, at soleiðis sum støðan er í løtuni, so ber tað í ár bara til at gera hesa ætlanina til veruleika, og tað er hetta, sum vit í løtuni arbeiða av lívsins kreftum við.

Poul Michelsen hevur aftaná fundin, sum var í Havnini í síðstu viku og almennu áheitanina, sum vinnurekandi grunnurin fekk, enn eina ferð kannað, hvat meiri kostnaðurin hevði verið, um spreingiarbeiðið varð gjørt nú:

? Útrokningarnar siga framvegis, at tað fer at kosta 2,7 milliónir at spreingja, og so kann eg leggja afturat, at marknaðarprísurin í løtuni fyri tilfar og álegging av rennibreyt og tí, sum annar skal til fyri at gera eitt stadion til frælsan ítrótt er ikki niðanfyri seks milliónir krónur og helt skulu vit gjalda meiri enn tað. Í løtuni hava vit ikki pengar til spreingiarbeiðið, men um tað ber til at fáa hesar pengarnar til vega í ár, so ber tað til at taka elementini niður í heyst og seta tey upp aftur, tá arbeiðið er liðugt, og tað nýtist ikki at taka so langa tíð. Kostnaðurin av tí arbeiðnum verður millum trý og fýra hundrað túsund krónur, sigur formaðurin í vinnurekandi grunninum.


Privati stuðulin

er tríggjar milliónir

Vit hava fyrr her í blaðnum lýst, hvørjum fíggjarligum treytum vinnurekandi grunnurin arbeiðir og byggir eftir:

Tað verður roknað við, at ætlanin, sum nú verður útinnt, kostar tólv milliónir krónur. Umleið helmingurin av upphæddini ella umleið seks milliónir krónur eru almennur stuðul úr kassanum hjá Tórshavnar kommunu og landskassanum.

Hin lítla helvtin skal fáast aðra staðni frá. Tað verður ikki roknað við, at raksturin av vøllinum fer at bera meiri enn at rinda rentur og avdrøg av meiri enn tveimum milliónum krónum, og grunnurin ætlar at læna tvær milliónir. Fótbóltssambandið hevur lagt hálva aðru millión á borðið, og fótbóltsfeløgini í Havnini skulu leggja umleið fimm hundrað túsund krónur á borðið.

? Ein stórur partur av tí, sum feløgini koma við, verður í ókeypis arbeiðsmegi og í ókeypis tilfari og maskinum. Hesa síðstu vikuna hava fleiri stórar maskinur og kranar verið á økinum. Hetta eru maskinur, sum tað hevur eydnast B36 at fáa á økið at arbeiða. Hetta hava teir gjørt við stórum stuðli og við góðari vælvild frá skipasmiðjuni, og hetta telur í tann fíggjarliga partin, sum avtala er gjørd um, at teir skulu koma við.

Poul Michelsen upplýsir eisini, at tað hevur eydnast teimum at fáa fýra privatar stuðlar í Føroyum at stuðla byggingini við í alt knøppum trimum millónum krónum. Men hann vil ikki enn siga, hvørjir hesir stuðlarnir eru, og so kunnu vit onnur hugsa um feløgini í Føroyum, sum bæði eiga pengar og sum plaga at spýta í, tá tað ræður um sovorðin endamál, og tá er skjótt at tað, sum dettur í hugan, er, peningastovnarnir, oljufeløgini og tryggingarnar!


Sum á Svangaskarði

Mitt í mai mánaða verður klárt at leggja grasfløgini á vøllin. Undirlendið verður gjørt umleið á sama hátt, sum tað varð gjørt á Svangaskarði, og ráðgevararnir eru teir somu. Royndirnar á Toftum gera, at okkurt verður gjørt øðrvísi, eitt nú er styttri millum drenrørini, enn tað er á Svangaskarði.

? Sandurin verður føroyskur og moldin donsk. Grasfløgini koma úr Danmark, og tey verða løgd á um ein mánaða ella so. Vit rokna við, at tað verður klárt at spæla á vøllinum, tá tann fyrsta vikan av juli er farin. Meðan grasið fer at grógva verið sjálvandi nógv annað at takast við. Eitt tað síðsta, sum fer at verða gjørt, verður at seta setrini til áskoðararnar upp. Hetta er eitt av teimum arbeiðnum, sum fer at verða gjørt við sjálvbodnari arbeiðsorku, sigur Poul Michelsen.