Privatar rokningar til íverksatanarhúsið

Rani Nolsøe læt Íverksetarahúsið gjalda fyri uttanlandsferð hjá konuni og fyri umvæling av privata bili síni

Kringvarpið hevur biðið um innlit í málinum um uppsøgnina av Rana Nolsøe, sum fram til í hesi vikuni var stjóri í Íverksetarahúsinum.

Millum annað hevur grannskoðanarfyritøkan, Spekt, havt tvær viðmerkingar í grannskoðanarprotokollini.

Onnur er um ferð til Italia í samband við European Business Games. Har hevur kona stjóran eisini verið við á ferðini, sum er goldin av Íverksetarahúsinum. Í alt er talan her um 4.660 krónur.

Hartil hevur stjórin latið Íverksetarahúsið goldið rokningar fyri íalt kr. 22.000 fyri umvælingar av privata bili sínum. Stjórin hevur grundgivið hesum við at siga, at hann í nógvum førum hevur brúkt privata bil sín í ørindum fyri Íverksetarahúsinum. Sambært Kringvarpinum staðfsti setunarskrivið hjá stjóranum, at nýtsla av privatum bili verður endurgoldin sambært reglunum um koyripengar.