Prix 2004

Prix Føroyar tónleikakappingin verður skipað eitt sindur øðrvísi í ár, enn hon var seinast. Øll tey innleiðandi umførini verða tó aftur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og har skulu 24 bólkar royna at spæla seg víðari.

Tey innleiðandi umførini verða:
? 5. februar
? 12. februar
? 26. februar
? 5. mars

Átta bólkar koma víðari frá hesum innleiðandi umførum, og teir skulu spæla í eini hálvfinalu, sum verður hildin í ítróttarhøllini á Tvøroyri 2. apríl.
Í hálvfinaluni á Tvøroyri skulu tríggir av teimum átta bólkunum veljast at verða við í finaluni, sum verður partur av einum størri tiltaki, sum hevur fingið navnið Atlantic Music Event.
Hetta tiltak verður í Norðurlandahúsinum tann 23. apríl og verður sent beinleiðis í loftmiðlunum. Tað verður eisini fyrst og fremst til hetta tiltakið, at allir teir útlendsku gestirnir, sum plaga at koma til kappingina, verða við.

Vinningar
Talið á vinningum til Prix Føroyar tónleikakappingina bara veksur, og í 2005 hava bólkarnir í Prixnum møguleika at sleppa til 10 festivalar í Føroyum og uttanlands at spæla.
Festivalarnir í Jelling og Nibe kom aftur til Føroya hesaferð, og tað sama verður við spælistaðnum Vega í Keypmannahavn. Harafturat verða eisini Nipiaa Festivalurin í Grønlandi, Love And Peace Festivalurin í Svøríki og Airwaves í Íslandi umboðað til Atlantic Music Event.
Føroysku tiltøkini Listatevnan, G! Festivalurin, Summarfestivalurin og Ólavsøkukonsertin fara eisini at bjóða bólkum frá Atlantic Music Event at spæla hjá sær.
Bólkurin, sum vinnur Prix Føroyar, fær eina viku í Lundgaard Studios.
Heimasíðan hjá Prixnum er at finna á adressuni www.prix.fo