prix: Braquet

Andrias Højgaard - sang
Jóhan á Lakjuni - trummur
Leivur Vitalis - bass
Arni Zachariassen - gittar

Tað eru liðin eini trý ár, síðani Braquet byrjaði at spæla. Teir vóru nakrir jammandi vinmenn, sum gjørdust meira seriøsir til Prix Føroyar 2003. Tað gekk rættiliga væl ta ferðina, sjálvt um finalan vegna persónligar trupulleikar kiksaði. Man kann siga, at teir hava ligið eitt sindur í dvala síðani tá. Nakrar fáar konsertir er tað blivið til, men ikki tað heilt stóra. Sum vanligt, er tað skúlagongd uttanlands, sum er komin í
vegin.
Nú eru Braquet tó klárir aftur. Teir eru ógvuliga spentir uppá Prix-luttøkuna, serliga nú teir aftur eru endaðir í einum av hørðu umførunum, siga teir. Teir vænta ikki tað stóra, men fara bara at gera tað, sum teir gera ? spæla teirra tónleik so væl teir klára, og so hendir tað sum hendir.
Teir eru broyttir eitt sindur síðan seinast. Teir hava funnið seg sjálvar eitt sindur meir. Tónleikurin er blivin tyngri og inniligari, halda teir.