að var eitt heldur øðrvísi lutakast, ið Fróði Vestergaard hevði skipað fyri í Norðurlandahúsinum leygardagin. Tónleikararnir hittust spentir fyri at finna útav, nær teir skuldu á pallin í Prix Føroyar finaluni, men tað vardi teir ikki, at teir fyrst skuldu spæla eitt av kendastu spølunum frá veitslum og skúlastovum.
Øll kenna vit gamla spælið, har gingið verður um stólar, meðan tónleikur spælir. Tá so tónleikurin gevst, ræður um at tryggja sær sess, tí tað er nevniliga ein stólur ov lítið. Tann, ið ikki fær sess, er ikki við meira.
Og tað var júst hetta, ið samskiparin í Norðurlandahúsinum, Fróði Vestergaard, fekk tónleikararnar at gera, meðan Johan í Kollafirði stóð fyri rullandi rocktaktum, ið brádliga hvurvu.
Tá hetta var liðugt, slapp vinnarin fyrstur at taka ein brævbjálva, har eitt tal stóð í. Soleiðis varð funnið fram til endaligu raðfylgjuna til finaluna.
Og úrslitið gjørdist, at Diatribes fara fyrstir á pallin. Síðani Tangz, Kjølar, Taxi, Vissible Fish, MC-Hár, Flux og Klickhaze.
Sostatt eru flestu tónleikararnir, ið spøkja aftur í fleiri bólkum, slopnir væl, tí teir skulu ikki á pall í samanhangandi røð. Tó er onkur av limunum í Tangz og Diatribes hin sami.
Livefløga
Ætlanin er at geva út livefløgu frá finaluni. Eitt lag verður við hvørjum bólki. Tó fáa nummar 1,2 og 3 tvey løg við. Eisini er ætlanin at hava vinnararnar frá 1997 og 1998 við, Mark No Limits og Moirae.
MNL skal eisini spæla til finaluna, meðan dómararnir telja atkvøðurnar.
ÚF stendur fyri fløguni. 3'arin tekur sær av heilsøluni. Fløgan verður miksað í MediaSound í Danmark. Peter Brander verður teknikari, saman við Finni Hansen úr ÚF. Umframt verður Edvard N. Debess framleiðslustjóri.
Prix Føroyar finalan verður 10. apríl og fløgan er sett at koma út 1. mai.