Tað, sum beinanvegin slær okkum í eygað, er, at uppskotið til nevndu fíggjarlóg roknar við einum kassaavlopi í landskassanum upp á smáar tvær milliónir.
Mangt broytist í mansins ævi, rann mær í hug, tá ið eg var varugur við, at av inntøkum upp á 4 milliardir verða bert smáar tvær milliónir ella 1/2 o/oo óbrúkt,um tað gongur, sum landsstýrið ætlar, tí hetta meistaraverkið er smíðað av einari samgongu, sum 5 ár á rað hevur terpað í okkum føroyingar, at tað magiska orðið "sjálvberandi" skal loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum við
Danmark.
Tá bert smáar tvær milliónir eru eftir, so hugsaði eg, at nú vóru sjálvandi allar íløgir tiknar við, fyri framhaldandi at hava eitt framkomið samfelag, tí sum øllum kunnugt standa bæði land og kommunir, á gáttuni til stórar alneyðugar íløgir fyri at nøkta tørvin, sum borgarin krevur, lat okkum nevna nakrar løgir, sum vóru blakaðar afturum fullveldisraðfestingina.
Tunnil um Leirvíksfjørð30 mill
Skattalætti50 mill
Øravík - Hov40 mill
Djúphavn/Samferðsluhavn/Fragthavn/Ídnaðarhavn Vági18,5 mill
Miðnámsdepil Marknagili40 mill
Vegur frá Gásadalstunli 5 mill
Vegur frá Norðasta horn/Gomlurætt5 mill
Vegur Skála/Strendur5 mill
Ringvegur/Rundkoyring4,2 mill
Yvirtøkir uml50 mill
Menningarhjálp sambært Miðflokk10 mill
Samferðsluhavn Tórshavn30 mill
Tilsaman287,7 mill kr
Hettar í tí besta árinum sum vit kenna til her á landi við høgum fiskaprísum, stórum nøgdum, og lágum rentistøði, og ovurhonds stórum skattainntøkum.
Hvør hevur høvuðsábyrgdina av at skerja inntøkir landsins við 730 mill kr eftir tveimum árum, vit Løgtingsmenn merkja tað ikki, vit fáa okkara góðu løn, men tey veikaru koma at merkja tað, so kunnu vit spyrja um eg ikki síggji eitt sindur svart uppá hettar fíggjarlógaruppskotið, tvørturímóti eg veit, at eg komi at klára meg við ella uttan blokk, men eg veit at tey veikaru í koma at merkja sviðan, av hesi stóru skerjingini í blokkinum.
Fiskivinnan klárar seg gott verður sagt, ja flestu skipini klára seg heldigvís gott, men flakavinnan tilsaman gevur ikki nøktandi avkast, rækjuskipini stríðast við at halda seg flótandi, í orðsins rætta týdningi, alivinnan er í tungari aldu vegna sjúku og prísfall eg trúgvi ikki vit hava gjørt okkum greitt hvussu vánalig støðan er innan alingina.
Var tað eingin ávaringarklokka sum ringdi, og segði, at lækkingin kundi verði tildømis 50 mill um árið, so tey veiku eisini kundu fingið møguleika at umstillað seg.
Eitt slíkt katastrofuúrslit hevði fingið eitt og hvørt virki stórt ella lítið at stongt kassan og neglt 7 tumma seym í hurðina - eisini ein Bill Gates ella Mærsk.
Hendan samgongan kunngjørdi í 2000 øllum føroyingum í einum bóklingi - við formansins loyvi loyvi eg mær at lesa orðarætt úr bóklinginum - at"Yvirskotið hjá tí almenna hevur nú í nøkur ár verið ógvuliga stórt. Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum.Restin fer til samansparingar, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri
afturgongd".
Hvar er nú tað ógvuliga stóra avlopið? Og hvar eru allar milliónirnar av tí danska stuðulinum, sum skuldi goymast og brúkast, tá ið afturgongd verður í búskapinum ? Hetta kundi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hóskandi greitt Føroya fólki nærri frá. Eg vóni, at hann ger tað frá Tingsins røðarapalli, nú hansara uppskot til fíggjarlóg 2003 er til viðgerðar.
Vit mugu sanna, at landshúsarhaldið, sum loysingarsamgongan eigur, alt sum tað er, á mongum økjum er púra uttan proportiónir í okkara samfelag, og minnir okkum alt meira og meira um ørskapin í 80-unum, tó í øðrum líki, harumframt hevur verður sagt uttan íhald frá Samgonguni, at um vit skulu hava ein sjálvberðandi búðskap, so eru vit noyddir at effektivisera og rationalisera tað ovurhonds stóru almennu fyrisitingina.
Men fíggjarmálaráðharrin, sum vanliga ikki er bangin fyri at siga tað, hann meinar, má greiða okkum frá, hvussu tað kann hanga saman í praksis at ratinaliseringar og sparingar á Almannaøkinum ikki hava tær fylgjur, sum alla aðrastaðni í heiminum, nemliga at, siga fólki upp, innan tað almenna, tey sum eru eftir skulu renna skjótari, ella øll skulu niður í løn, kann Fíggjarmálaráðharrin siga mær hvat ávirkan rationaliseringar fáa fyri alment sett starvsfólk, uttan uttanumtos, lat okkum so hyggja eftir rationaliseringum higartil, og staðfesta at langt er millum orð og gerðir.
Vit kunnu tríva í rúgvuna.
Tað framgongur av landskassans roknskapum, at lønir v.m. hjá tí almenna hava verið fylgjandi:
Í 1999???????????? 1.211 milliardir
Í 2000???????????? 1.306 "
Í 2001 ???????????? 1.417 "
Í 2002 (sambært fíggjarlógini) ??. 1.560 "
Í 2003 (sambært fíggjarlógaruppskot) 1.650 "
Ella sagt við øðrum orðum: Í nevnda 5-ára skeiði - loysingardansurin gekk uppá tað besta - eru tær almennu lønirnar øktar við 439 milliónum, ella 36% í mun til lønirnar í 1999.
Í sama tíðarskeiði vóru landskassans inntøkur fylgjandi:
Í 1999 ???????????.. 3.469.5 milliardir
Í 2000 ???????????.. 3.629.4 "
Í 2001 ???????????.. 3.983.1 "Í 2002 (Sambært fíggjarlógini) ?.. 3.660.6 "
Í 2003 (Fíggjarl.uppskot 2003) ??3.907.8 "
Ella sagt við øðrum orðum: Í 2003 verða nevndu inntøkur øktar við438.3 milliónum , ella ein øking upp á umleið 12_ % í mun til hvat tær vóru í 1999.
Í mínari verð er hetta ikki sørt skelkandi,
Annað dømi.
§§ 8 og 10 ávikavist Almana- og heilsumál og Sjálvstýrismál verða í fíggjarlógini broytt til §11 Familju- og heilsumál, §12 Almannamál og§14 Løgmálaráð. Og so er at spyrja, hvørjar avleiðingar fær ein slík rokering á lønarøkinum. Myndin sær soleiðis út:
2002 2003
§ 3 Løgmansfyrisitingin
Fyrisiting 18.3 mió. 15.2 mió.
§ 8 Almanna- og heilsustýrið
Løn v.m. (fyrisiting) 11.5 " 0
§l0 Sjálvstýrismál
Løn v.m. (fyrisiting) 3.4 " 0
§11 Familju- og heilsumál
Løn v.m. (fyrisiting) 0 11.0 "
§12 Almannamál
Løn v.m. (fyrisiting) 0 5.2 "
§14 Løgmál
Løn v.m. (fyrisiting) 0 9.1 "
33.2 mió. 40.5 mió.
Løgmansfyrisitingin er við í hesum yvirliti, av tí at starvsfólk eru flutt frá nevndu fyrisiting til løgmálafyrisitingina.
Hetta talar annars fyri seg.Eg eri annars varugur við, at ein feilur er á síðu 385 í uppskotinum:
"Játtanin verður flutt til 10.11.1.28". 10-talið eigur helst at vera 14.
Tað er eisini áhugavert at samanbera tær 8 høvuðsuppgávurnar til loysing úr ríkisfelagsskapinum á síðu 369 í fíggjarlógini 2002 við tær 8 høvuðs-uppgávurnar til sama endamál á síðu 386 í uppskotinum til fíggjarlóg 2003.
Nógvir vegir ganga til Rom, plagar at verða tikið til og at hann ikki varð bygdur eftir einum degi.
Harra formaður, á síðu 3 í frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið 2003 er framhildið, at ein avgerandi munur er á støðuni í dag og í 1980-unum, tí, sum tað stendur skrivað, skuldin verður avdrigin - undirforstaðið, at tað varð hon ikki í 80-unum.
Uppá fyrispurning havi eg fingið at vita, at í 80-unum kom tað ikki fyri, at landskassin ikki rindaði rentur og avdráttir upp á lániskuld landskassans til tíðina,
Hinvegin var tað undanfarna landsstýri, sum var so ovurfegið um landskassans ríkidømi í 2000, at tað tók eitt eitt-ára gjaldførislán í 1999 uppá 300 milliónir, og til dagin í dag er tað ikki afturgoldið.
Landsstýrið hevur endurnýggjað - prolongerað, sum tað eitur á bankamáli - lánið fleiri ferðir, og tað verður óivað óivað eisini neyðugt í 2003.
Fyri meg at síggja eru hesar 300 milliónirnar ein partur av landskassans innistandandi í Landsbankanum, og bankin hevði kanska ikki verið so tryggur, sum menn vilja vera við, um hetta á fjórða ári prolongeraða lánið varð afturgoldið. Tað verður kanska seinur dagur, at tað fer at henda. Men ábyrgdin er okkara.
Harra formaður, tað er óivað annað og ikki minni álvarsligt, ið eigur at verða spurt um og svarað, nú løgtingið er farið undir viðgerð av løgtingsfíggjarlógini 2003 men eg veit at tað eru nógvir í Samgonguni sum duga at síggja, at hendan gongdin má steðgast sum skjótast, og at niðurskurður av blokkinum uppá knappar 400 mill, var alt ov stórur biti at svølgja í einum.
Haldi sjálvur at útreiðslirnar at reka samfelagið við, í mun til tørvin ikki eru ov høgar, men tær eru púra burturvið, í mun til skerdu inntøkirnar av blokkinum, og ljóða sum eitt innantómt ekko í meldrinum av flosklinum "Fullveldi og sjálvberðandi búðskapi".
Eg komi seinni inn á tøl í rakstrarútreiðslum frá 99 til 2003 og inn á løgujáttanir í sama tíðarskeiði, síðani vil eg taka ein samandrátt av fíggjarlógini fyri ávíkavist 2002 og 2003, við hesum kann staðfestast og mótprógvast tað sum samgonguskjalið sigur um búðskaparpartin, harra formaður eg vil loyva mær at lesa tað størstu mótsøgnina frá samgonguskjali til Fíggjarløgtingslóg fyri 2003
Búskaparliga skal munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum ári, er ikki í tráð við verðuleikan, tað síggja allir Føroyingar svart uppá hvítt, kann onkur Sangongupolitikkari koma upp á tingsins røðarapall og gerða eina rættleiðing til tað sum eg beint nú havi sagt, ella er tað eg sum ikki skilji Samgonguskjalið.
Fyri at fáa munin at vaksa positivt á hvørjum ári millum inntøkir og útreiðslir, so mugu útreiðslirnar minka, við eitt nú at gerða sum samgonguskjalið sigur, at tann almenna umsitingina skal gerðast ódýrari, ella millum mannfólk, at kalla ein spaka fyri ein spaka, so skal tann almenna umsitingin gerðast bíligari, hettar gerst sum fyrr sagt antin við uppsøgnum, ella minni í løn.
Vit kunnu nú staðfesta at útreiðslirnar eru hækkaðar, nú er bert ein møguleiki eftir, tað er at vaksa inntøkurnar, meira enn útreiðslurnar, við at halda seg til samgonguskjalið og eitt nú yvirtøkuna av fólkakirkjuni, sum kostar 15 mill kr, so er hall á fíggjarlógini uppá 13 mill kr, tá eru tær manglandi løgurnar uppá 280 mill sum eg fyrr havi nevnt ikki við, harumframt havi eg ikki viljað verði óforskammaður, og nevnt yvirtøkuna av flogvøllinum.
RAKSTRARÚTREIÐSLUR
1999 2003 Hæk./Læk.
§1 Løgtingið 25.7 mió. 33.4 mió. + 20 %
§2 Løgmansfyrisiting 51.2 " 30.5 " - 25 %
§3 Fíggjarmál 187.0 " 216.0 " + 15 %
§5 Fiskivinna 211.5 " 174.4 " - 17_%
§6 Vinnumál 216.4 " 333.1 " + 54 %
§7 Útbúgving og gransking 514.5 " 678.4 " - 32 %
§8 Almanna- og heilsumál 1.332.0 mia. 0
§9 Oljumál 16.6 mió. 29.7 " + 75 %
§10 Sjálvstýrismál 12.3 " 0 - 100 %
(Játtað 49 mió. 1999-2002)
§11 Familju- og heilsumál 0 496.9 " §§ 11 og 12
§12 Almannamál 0 1.228.8 " §8
§14 Løgmál 0 16.9 " + 100 %
§20 Rentur 172.2 " 69.9 " - 60 %
Skattir og avgjøld 2.093.1 mia. 3.088.o mia. +48%
Ríkisstuðul 944.3 mió. 629.7 mió. -33%
§25 Broyting í virði og skuld -176.5 " 1.8 " +100%
Afturgjalding av skuld 691.7 " 447.9 " - 35%
Útvegan av gjaldføri 379.6 " 300.0 "
Løgujáttan jbr. yvirlit 162.4 " 260.0 "
Tilsamans 3.4l7.0 mia. 3.4l7.0 mia. 4.017.7 " 4.017.7 "
Løgujáttan
1999 2003 Hæk./Læk.
§1 Løgtingið 1.5 mió. 5.0 mió. + 333%
§2 Løgmansfyrisiting 2.0 " 1.5 " - 25%
§3 Fíggjarmál 0 2.3 " + 100%
§5 Fiskivinna 41.1 " 2.0 " - 95%
§6 Vinnumál 67.15 " 152.0 " + 126%
§7 Útbúgving og gransking 18.0 " 29.2 " + 60%
§8 Almanna-og heilsumál 32.71 " 68.0 " + 102%
§9 Oljumál 0 0
§11 Familju- og heilsmál sjá §8
Tilsaman 162.465 mió. 260.0 mió. + 60%
Samandráttur av fíggjarlógini
2002
Rakstrarútreiðslur, netto 3.055.77l mia.
Løguútreiðslur 249.850 mió.
Rentuútreiðslur, netto 88.772 "
Afturgjald av skuld 140.863 "
Skattur og avgjøld 3.031.580 mia.
Ríkisstuðul 629.039 mió.
Gjaldførisavlop 125.363 "
3.660.619 mia. 3.660.619 mia.
2003
Rakstrarútreiðslur 3.238.067 mia.
Løguútreiðslur 260.000 mió.
Rentuútreiðslur, netto 69.954 "
Afturgjald av skuld 447.906 "
Skattur og avgjøld 3.088.000 mia.
Ríkisstuðul 629.739 mió.
Gjaldførishall 298.188 "
4.015.927 mia. 4.015.927 mia.