Dimmalætting kundi herfyri avdúka, at Prodigy kemur á ársins G! Festival, men nú er greitt, at stóri ídnaðartekno bólkurin ikki verður at hoyra á Gøtusandi - Jón Tyril hevur onki sagt, og onki váttað. Tí tað ber ikki til at almannakunngera, hvør skal spæla á G!, fyrr enn endalig váttan er fingin. Og tað eydnaðist ikki at koma hartil við Prodigy, skrivar G! Festivalurin á heimasíðu sínari í dag.
Fríggjadagin 1. juni kunngjørdi Dimmalætting annars, at Prodigy skuldi spæla á ársins G! Festivali.
? Høvuðsnavnið á G! í summar verður bretski bólkurin The Prodigy, skrivaði Dimmalætting, sum var fyrsti miðilin, ið bar hesi tíðindi. Tíðindini vóru tó ikki váttað av G! Festivalinum, og nú staðfestir festivalurin á heimasíðu sínari, at heimskendi bólkurin ikki kemur.
- Vit hava samráðst við Prodigy, og høvdu tosað um allar partar av avtaluni. Men í gjár varð endaliga greitt, at hóast báðir partar hava gjørt tað, teir kunna, verður sáttmálin av ongum á hesum sinni, sigur Jón Tyril, sum helst harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa Prodigy á Gøtusand.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Dimmalætting kunnger nøvn, sum kortini ikki koma.
Í fjør bóru tey søguna um, at svenska songkvinnan Carola fór at koma á G! Tíðindini vóru bara ikki váttað av G! Festivalinum sjálvum, og eins og í ár vísti tað seg, at tað, sum skuldi vera eitt høvuðsnavn á festivalinum, kortini ikki kom.