Seinnapartin í dag hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hitt eina ukrainska sendinevnd, og sambært Reuters eru báðir partar nøgdir við samrøðurnar

Produktivur fundur millum Ukraina og USA

Bæði amerikanski uttanríkisráðharrin og leiðarin fyri ukrainsku sendinevndini siga, at framstig eru gjørd

 

Seinnapartin í dag hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hitt eina ukrainska sendinevnd, og sambært Reuters eru báðir partar nøgdir við samrøðurnar

Seinnapartin í dag hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hitt eina ukrainska sendinevnd í Genéve.

 

Partarnir hava umrøtt uppskotið hjá USA um eina friðarætlan í krígnum millum Russland og Ukraina.

 

- Vit hava havt tann higartil mest produktiva fundin.

 

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin sambær Reuters, og hann leggur aftrat, at partarnir hava gjørt framstig.

 

Sambært Marco Rubio er framvegis nakað, sum arbeiðast skal við.

 

Leiðarin fyri ukrainsku sendinevndina, Andrij Yermak, er eftir øllum at døma samdur við útsagnunum hjá amerikanska uttanríkisráðharranum.

 

Hann sigur, at rættiliga góð gongd hevur verið í samráðingunum.

 

- Vit takka Donald Trump fyri hansara luttøku, sigur Andrij Yermak sambært Reuters eftir fundin millum partarnar.

 

 

 

Seinnapartin í dag hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hitt eina ukrainska sendinevnd, og sambært Reuters eru báðir partar nøgdir við samrøðurnar