Professionelt arbeiði av HB

Fótbóltur: Ein fótbóltsdystur varir í 90 minuttir, ella eitt sindur meir, og tað liðið, sum fær flest mál, vinnur. Tað skilti HB og tí vunnu teir lokaluppgerðina móti B36 í Gundadali sunnudagin

Tað var við einum sera negativum statistikki í huganum, at teir svørtu og hvítu komu til lokaluppgerð í Gundadali. 23 dystir vóru leiktir undan dystinum sunnudagin og av teimum hevði árstalsfelagið bert vunnið teir fimm. Fýra vóru endaðir javnir, meðan grannarnir vóru farnir við sigrinum í 14 av teimum 23 dystunum.

Eftir dystin var hetta tal broytt til 15 av 24!

Tað ber illa til at koma uttanum, at tað í løtuni av álvara sær út til, at B36 hevur eitt sera stórt HB-kompleks.

Fyrr í ár sá annars út til, at B36 fór at fáa bukt við hesum kompleksi, men júst tá alt sá bjartast út, broyttist og alt gjørdist kolasvart - og ikki hvítt og svart.


Góðar umstøður

Rammurnar til dystin í Gundadali vóru framúr góðar sunnudagin.

Kassameistarin í mann hava gníggjað sær hendurnar, tí maður var farin av húsi til dystin um høvuðsstaðin. Hjá HB og viðhaldsfólki teirra snúði tað seg heilt einfalt um at bjarga árinum. Leikliga er ikki komið tað sama burtur úr sum í fjør, men tað fylgir ofta við tá ein er meistari.

Tí var tað av stórum týdningi júst at fáa bukt við B36, tí um tað nú vil so til at B36 gerst meistari, so kunnu HB-ararnir framvegis siga, at teir vunnu báðar dystirnar móti B36.

Eins og teir gjørdu í 1997 tá B36 seinast gjørdist meistari.

Annars munnu menninir aftanfyri Tórsvøll hava staðið við longsli í eygunum tá teir hava hugt eftir mannfjøldini kring Ovara vøll sunnudagin, tí har mundu vera líka nógv, sum tað vóru til dystirnar móti Estlandi og Litava - tilsamans. Harumframt var veðrið soleiðis at ein hvørki nýttist regnskjól ella bardunir!

Sólin skein oman og niðan, so rammurnar um lokaluppgerðina vóru framúr.


Spennandi ...

Tað sást annars rættiliga skjótt, at talan var um eina lokaluppgerð.

Leikararnir vóru uppsettir, men kortini vóru teir B36-ararnir ógvuliga varnir. Um tað var ósigurin í fyrra dystinum í ár, sum sat í huganum er ikki vist, men tað er avgjørt ikki óhugsandi.

Spælið gekk skjótt oman og niðan eftir vøllinum, og tað var skjót umstilling frá verju til álop. Tá bólturin varð steðgaður í verjuni, so var hann sendur við fullari ferð hinvegin aftur. Ikki tí, at tað altíð var so vakurt, men til tíðir var tað vandamikið. So vandamikið, at verjurnar ikki rættiliga fótaðu sær.

Tá umleið eitt korter var farið var tað um reppið, at HB spældi seg ígjøgnum, men Jens Kristian Hansen gjørdi seg heldur breiðan og tað kostaði honum eitt gult kort.

Stutta løtu eftir fór B36 í álop og hóast tað sá rættiliga vandamikið út tá Jákup á Borg smekkaði flatt innfyri úr høgru, var tað púra vandaleyst, tí har var eingin B36-ari við. Teir stóðu allir uttan fyri brotsteigin og bíðaðu ...


Sjálvmál setti meira ferð á

Tað var eftir eitt av hesum ógvusligu skiftunum í spælirætninginum, at HB legði seg á odda. Bólturin varð spældur eitt vet út í vinstra borð, har Magni á Lakjuni stóð. Hann trekti inn móti Egini, sum var á veg út í móti.

Nino royndi av øllum alvi at fáa fatur á bóltinum, og tað fekk hann. Ólukkutíð fyri hann prikaði hann bóltin framvið Egini og í egið mál. 1-0 til HB!

Tað var sum ein vátur vøttur í trýni á B36 leikarunum at teir nú vóru aftanfyri, enn einaferð móti grannunum. Tað hevði sæð rímuliga gott út, men nú var alt farið tvørt. Og tað var tað eisini í skýlinum hjá B36 - har var sum í grøvini!

Lítla løtu eftir málið fekk Magni á Lakjuni enn ein møguleika, men hann misbrúkti, tá hann smekkaði til. Egin gjørdi seg breiðan og forðaði meistarliga fyri skotinum.


Snýttir fyri brotsspark

Sum so ofta er, tá slíkir tættir dystir eru, so verður filma og snýtt til tað stóra gullheiðursmerki. Soleiðis var eisini sunnudagin, og Niclas á Líðarenda hevði úr at gera, við at skyna ímillum hvat var fríspark og hvat var filmur.

Eftir eitt horna royndi John Petersen seg við einari framførslu, sum skuldi geva brotsspark. Hann legði seg, tá hann kendi ein HB-ara í rygginum, men hann bara nart hann við kroppinum. Tað var ikki brotsspark, og Niclas dømdi tað heldur ikki. Hinvegin fekk John Petersen heldur ikki kort fyri film ...

Kortini hildu flest øll - uttan Niclas á Líðarenda, at B36 átti brotsspark, tá Tomislav Sivic varð feldur í brotsteignum løtu seinni. Hann steðgaði bóltinum og Hans Fróði, sum var beint í hølunum á honum, rendi armin í ryggin á honum soleiðis at hann fór um koll. Men heldur ikki tað var dømt. Hinvegin fekk Tomislav Sivic heldur ikki kort fyri film ...


Kundi komið fleiri mál

Tað var um reppið, at HB leiðslan var størri við steðgin. Rúni fekk ein gyltan møguleika tá Súni Fríði spældi inn fyri. HB-liðskiparin sá ikki hvussu fríður hann var, og gjørdi tí av at smekka til fyrstu ferð. Bólturin fór væl omanfyri, og so var tann møguleikin burtur.

Løtu seinni var tað kortini um reppið, at B36 fekk møguleika at javna. Sivic fekk ein rennibólt, men Bárður Johannesen, sum óivað var dagsins maður í Gundadali sunnudagin, gjørdi skjótt av og rann út á miðvøllin og bjargaði HB.

Løtu seinni var hálvleikur, og tað var kanska ikki so løgið um kaffi í B36 húsinum hevði ein løgnan smakk. Møguleikarnar høvdu verið har, men kortini vóru grannarnir frammanfyri við einum máli, sum ... ein B36-ari gjørdi. Ikki gott, ikki gott!


Royndu men einki vildi

Tá liðini komu aftur á vøllin eftir steðgin sat Jens Kristian Hansen eftir í skiftirúminum. Hví hava vit ikki fingið uppspurt, men í hansara stað var Carl H . Høgnesen komin á vøllin, men heldur ikki hann fekk loyvi til at vera við allan hálvleikin. Tá 25. minuttir vóru farnir smekkaði hann nøsina í nakkan á einum HB-ara, og so mátti hann av vøllinum.

Teir svørtu og hvítu høvdu eftir øllum at døma fingið at vita, at nú skuldi tað bera ella bresta. HB skuldi trýstast til útjavnandi málið kom. HB varð trýst, men mál kom einki hóast tað mangan leikaði hart á.

Tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fekk John fatur á einum innleggi úr høgru. Hann ivaðist ikki, men tveitti seg afturá og saksasparkaði bóltin móti málinum. Tíverri fyri hann og B36 fór bólturin beint omanfyri málið. So var tann møguleikin burtur.

Minni enn ein minutt seinni kundi Sivic sjálvur havt javnað tá hann fekk bóltin av baklinjuni frá Øssuri. Sivic ivaðist tó og spældi Øssur, sum nú var rangstaddur, og so var tann møguleikin burtur.

Minuttin eftir var B36 aftur í álopi. Bólurin varð spældur innfyri. Har fekk John fatur á honum beint uttan fyri brotsteigin. Hann tamdi, vendi og smekkaði til. Bólturin brast í yvirliggjaran, niður í vøllin og aftur í spæl, og so var tann møguleikin burtur.

Átta minuttir seinni fekk John enn ein møguleika, tá hann tamdi eitt innlegg úr høgru. Hann vendi sær og smekkaði til dygst við høgru stong, men ólukkutíð fyri hann hekk Bárður í leysari luft júst har, og hann helt bóltinum. So var tann møguleikin burtur!


Rói - gamal

men drúgvur

Nú skal tað sigast, at HB var á vøllinum í seinna hálvleiki eisini. Tað gekk øgiliga striltið, at fáa nakað álop, men teir vardu meistarliga. Tó so, tá hálvleikurin fór at halla, so sníktu teir seg fram eftir viðhvørt.

Andrew á Fløtum kundi havt slókt tær B36 vónir, sum enn vóru tøkar, men hóast hann spældi seg inn um Egin, sum eins og starvsfelagin í hinum endanum, stóð ein branddyst, so fekk hann ikki bóltin í kassan. Nino bøtti um skaðan í fyrra hálvleiki, og bjargaði næstan á strikuni.

Bárður Mortanson hevði eisini ein frálíkan møguleika, men hann steðgaði á, og tað gav B36 møguleika at koma ímillum.

Tá einir fimm minuttir vóru eftir at leika, koma Rói Árting á vøllin fyri Andrew á Fløtum. Onkur helt HB venjaran vera í ørviti tí Rói er gamal og ikki so skjótur longur. Tað er møguligt at so er, men tá leikurið var farið um teir níti minuttirnar gjørdi hann bart.

HB fekk innkast og Rói snýtti verjuna hjá B36 so tað stóð eftir. Hann vendi brádliga og fekk innkasti við sær. Inni í brotsteiginum lat hann ikki nakran iva vera um hvør ætlan hansara var, og hann knallaði kúluna í kassan til 2-0 og við tí var allur ivi burtur.


Betra liðið vann

Tað er eingin ivi um, at tað var tað betra liðið, sum vann. Tað er væl møguligt, at HB liggur undir B36 á stigatalvuni, men tað sást ikki á vøllinum. B36 leikararnir hildu alt ov leingi upp á bóltin, og fingu ongantíð leikferðina upp.

Tá HB vendi spælinum gekk tað harafturímóti fyri seg við nógvari ferð. Altíð til nærmasta fría mann, og tað var skjótt at spæla seg frameftir á tann hátt.

Tí er eingin ivi um, at áskoðararnir - um enn onkur er glaðari enn onkur annar - fingu ein góðan dyst. Leikferðin var høg, málmøguleikarnir vóru til fleiri mál, men av tí at teir báðir skansarnir vóru stak, stak góðir sunnudagin, so komu ikki fleiri.

Í vikuskiftissendingini fríggjadagin tosaðu Jens Kristian og Rúni um dystin sunnudagin. B36 hevur skotið nógv mál, m. a. tí at teir leikað álopsfótbólt. Men tað kostar í hinum endanum. Tað staðfesti Jens Kristian eisini, og tað vísti seg eisini at vera trupulleikin sunnudagin. Teir kláraðu ikki at haldatætt í verjuni, tá tað stóð á í hinum endanum at fáa bóltin inn.

Tí var tað fult uppiborið at HB vann.


B36: Egin Høgnesen - Pól Thorsteinsson. Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen. Ninoslav Milenkovitc - Bjarni Prior, John Petersen, Jan Guttesen, Øssur Hansen - Tomislav Sivic

HB: Bárður Johannesen - Jan Dam, Hans Fróði Hansen, Hans á Lag, Jákup Eli Olsen - Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen, Rúni Nolsøe, Magni á Lakjuni - Súni Fríði Johannesen, Andrew av Fløtum