HB Køge boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jacob Trenskow, sum annars hevði sáttmála við NSÍ til komandi kappingarár. Hann spældi farna kappingarár í NSÍ.
Danska felagið hevur fyrrverandi danska landsliðs- og Liverpool spælaran, Daniel Agger, sum venjara. Jacob Trenskow hevur vant við felagnum í seinastuni og nú er tað blivið til ein sáttmála.
Sostatt er frágongdin í NSÍ Jákup Jacobsen, Mikkel Jacobsen og Jacob Trenskow. Nýggjur venjari í felagnum er Todi Jónsson.