Hondbóltur
Leygardagin gjørdi danska kvinnuhondbóltsliðið, Viborg HK, eitt rættiliga gott hál, tá tað eydnaðist at vinna heili 35-26 á eysturríkska stórfelagnum, Hypo-Niederösterreich. Men mitt í sigursrúsinum vóru danskarar eisini í øðini inn á ein av áskoðarunum, sum – vilja teir vera við – breyt fleiri forboð undir sjálvum dystinum.
Talan er um 69 ára gamla Gunnar Prokop, sum í áravís hevur vant Hypo-Niederösterreich, men í løtuni hevur karantenu í eitt ár frá venjaragerninginum. Tað merkir millum annað, at hann slett ikki hevur loyvi til at hava samband við liðið áðrenn ella undir dysti.
Kortini vildu fleiri sjónarváttar vera við, at hann í hálvleikinum ringdi til venjaran og annars undir sjálvum dystinum umvegis dóttir sína sendi hópin av sms-boðum til liðleiðaran, sum so aftur bar venjaranum boðini frá »skuggavenjaranum«, ið upprunaliga sat á sjeyndu stólarøð, men fleiri ferðir gekk og mól aðrastaðni í høllini.
Hava sagt EHF frá
– Fleiri sóu sms-boðini, dóttirin skrivaði og sendi undir dystinum. Og eg veit, at í hálvleikinum hevði Gunnar Prokop beinleiðis samband við umklæðingarrúmið, sigur stjórin í Viborg HK, Peter Cassøe, við donsku sjónvarpsrásina, TV 2. Tí hevur danska felagið vent sær til europeisku hondbóltssamgonguna, EHF, fyri at kæra atburðin hjá Prokop.
– Vit hava skrivað til EHF og sagt teimum frá tí, vit upplivdu í sambandi við dystin. Vit hava bara stutt greitt frá, hvussu hann bar seg at, og so má tað vera upp til EHF at taka avgerð um, hvat skal henda víðari, sigur Cassøe.
At danska felagið fer víðari við málinum, undrar neyvan nakran, tí tá Gunnar Prokop í heyst fekk fyrst eina revsing og síðani fekk hana linkaða munandi, vóru fleiri donsk feløg á gosi og mótmæltu, tí Prokop so mangan hevur verið í vási og er ikki akkurát kendur sum nakar verji hjá røttum ítróttaranda.
Ongan ítróttaranda
Sjálvur sigur Gunnar Prokop seg ikki leggja petti í, hvat Viborg HK ger, tí hann heldur seg vera stak illa viðfarnan í Viborg, sum hann sigur hava ússaligastu viðhaldsfólkini í øllum Europa. Leygardagin slapp hann ikki oman á vøllin, tá dysturin var liðugur, og tað østi hann seg um aftaná.
– Vanliga er tað eingin trupulleiki hjá mær at sita millum áskoðararnar, men undir hesum umstøðunum og í hesi høllini, sum er á tremur við teimum viðhaldsfólkunum, ið hava vánaligasta ítróttarandan í Europa, er tað veruliga ein roynd, sigur Prokop.
Hóast Prokop sat á sjeyndu stólarøð, so funnu fjeppararnir hjá Viborg HK skjótt útav, hvør hann var. Sambært Ritzau-tíðindastovuna varð dúgliga ýlt og rópt eftir Prokop, tá hann eftir dystin var á veg út úr høllini.