Eitt uppskot hjá javnaðartingmanninum, Dan Reinert Petersen, um broyting í løgtingslóg um ferðslu og kolvetnisskattalógin hjá Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra, vóru til aðru viðgerðar í tinginum í gjár saman við trimum grannskoðanum av almennum roknskapum.
Uppskotið um broyting í løgtingslóg um ferðslu er tingmál nummar 37/1999, og snýr tað seg um at geva teimum, sum eru frádømd koyrirættin vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, betri møguleika fyri at fáa koyriættin aftur, um tann dømdi í minst eitt ár frammanundan hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.
Uppskotið hjá Dan Petersen varð lagt fyri tingið 18. januar í ár, og eftir fyrstu viðgerðina 20. januar, varð tað beint í rættarnevnina, ið nú er liðug at viðgera tað. Rættarnevndin mælir samd tinginum til at taka undir við uppskotinum.
Kolvetnisskattalógin er tingmál nummar 49/1999. Hon varð løgd fyri tingið av Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra, 4. februar í ár, og er hon eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattainntøkur av kolvetnisvirksemi.
Kolvetnisskattalógin varð eftir fyrstu viðgerð 9. februar beint í fíggjarnevndina. Nevndin er nú liðug at viðgera málið, og mælir hon samd til at samtykkja uppskotið.
Almennu roknskapirnir vóru undir fyrstu viðgerðini 17. februar beindir beinleiðis til aðru viðgerðar. Talan er um roknskapirnar fyri 1998 hjá Menningargrunni Ídnaðarins, Føroya Ídnaðargrunni og Íleggingargrunninum fyri Føroyar.