Propagandaherðferðin hjá varaløgmanni et al. heldur fram

? hesaferð á heksajagt eftir Katrin Dahl Jakobsen

Lygnin hevur ferðast runt hálvan heimin áðrenn sannleikin nær at lata seg í skógvarnar, sigur Mark Twain (1835-1910). Kanska gevur hetta okkum eina ábending um, hví veruleikin er tyngri at dansa við enn fiktiónin.
Eitt viðkomandi dømi um hetta er tá Katrin Dahl Jakobsen ( KDJ) á tingi í eini viðmerking til fíggjarlógina
9/10-03, í einum broti valdi at átala varaløgmann fyri hansara propaganda framferð, og vantandi sannleikavirði. Eitt nú tá hann beint undan fólkatingsvalinum proklameraði at, "oljan er funnin". Hetta var ósatt, men tað vistu fólk ikki, og tí gav hetta fólki eina óveruliga ósanna optimismu. At geva fólki falskar vónir og mála alt ljósareytt, og harvið fyrigykla fólki ein annan veruleika, var eitt nógv brúkt amboð undir 2. veraldarbardaga, førdi KDJ fram. "Eg troysti mær ikki at nevna navnið á tí persóninum, men nakað av hesum snildunum hava okkara konservativu nationalistar eisini brúkt."

Ikki Hitler men partiellar Goebbels snildir
Temaðið í omanfyristandandi hjá KDJ er um propaganda og ósannindini hjá varaløgmanni. Við at associera ella samantvinna 2. veraldarbardaga við propaganda og lygn, kemur eittans navn fram á skermin, nevniliga Joseph Goebbels (1897-1945), ræðandi demagogur og propagandaministari v.m.
Í viðmerkingini hjá KDJ er heilt einfalt ongin annar associatións møguleiki enn Goebbels. Vert er tó at leggja til merkis, at eingin beinleiðis samanbering verður gjørd, men bert ein partiel ábending. Hon sigur nevniliga, at "nakað av hesum snildunum hava okkara konservativu nationalistar eisini brúkt."
At varaløgmaður hesi seinastu 5-6 árini hevur verið ein ræðandi demagogur og propagandaministari, eru vit mong sum kunnu taka undir við.
Tey, sum ivast í hesum pástandi, kunnu gjøgnumganga bløðini í hesum tíðarskeiðnum og har síggja, hvat loysingarherferðin hevur borðreitt við úr verbalkøstinum. Eisini kunnu áhugað lesa "Frágreiðingina um 80-árini, Føroya Løgting §19 nevndin 2000", og "Færøerne i bankkrisens tegn, Richard Mikkelsen, Handelshøjskolens forlag 2001", og samanbera við útsagnir hjá varaløgmanni.
Er tað hinvegin onkur sum ynskir meiri loysingarpropaganda so les "Myten om rigsfællesskabet, Høgni Hoydal, Lindhardt og Ringhof 2000" ella síggj nýggja filmin hjá Ullu Boye Rasmussen um sama evni.

Hvussu uppstóð lygnin
Hvussu uppstóð lygnin um, at KDJ skal hava samanborið varaløgmann við Hitler himself? Helst ein kærkomin møguleiki til at flyta fokus frá fiktiva politikkinum hjá varaløgmanni og samstundis niðurgera og seta anstøðuna við KDJ í ringt ljós. Hinvegin so ljóðar Hitler av meiri enn Goebbels. Men her hevur pennaførarin hjá varaløgmanni, Sjúrður Skaale, gjørt eitt mistak, tí Hitler ynskti at ekspandera og fáa "Lebensraum", meðan olmussudýrið varaløgmaður, ein konservativur nationalromantikari, ynskir tað mótsatta. Frá at vera í einum ríki við yvir 2.044.431 km2 so ynskir varaløgmaður at minkað tað til 1399 km2. Við ørðum orðum, so eru Hitler og varaløgmaður tvær inkommensurablar støddir, tvs at teir kunnu als ikki samanberast, tí teir vilja hvør sítt! Nú umboðar varaløgmaður bert 25% av okkum føroyingum, og er tí politiskt ov lítil til at hata og ikki nóg stórur til at elska. Varaløgmaður líkist tí líka so lítið Hitler, sum undirritaði líkist Kong Salamon.

Innlit frá løgtingsskrivstovuni og niðurstøða frá Fróðskaparsetrinum
Tað sum fekk undirritaða at taka pennin, og ringja til løgtingsskrivstovuna, fyri at fáa útskrift av KDJ?s viðmerking, var tað sum stóð í sosialinum 1/11-03, har Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur frá Fróðskaparsetrinum verður biðin um at siga sína hugsan um málburðin herfyri í løgtinginum. Fyrsta svarið er "Andalig armóð" , og seinni verður sagt, at "Seinasta dømið, tá løgtingskvinnan Katrin Dahl Jakobsen samanbar landsstýrismannin Høgna Hoydal við Hitler, heldur hann vera tað grovasta, hann hevur hoyrt á tingi."
Vit fáa tó ikki at vita, út frá hvørjum upplýsingum fólkalívsfrøðingurin kemur til sína bersøgnu og eintýddu niðurstøðu, ella um tað kanska er journalisturin ið borðreiðir við Goebbels doktrinini: "Endurtak eina lygn nóg ofta og fólkið trýr tí." Hetta kundi annars verið áhugavert at vita.
Omanfyristandandi undirstrikar, at KDJ hevur rætt í sínum associatiónum, tí hetta minnir alt ov nógv um fordums kendan framferðarhátt. Fyrst illgitingar við ósannindum og propaganda og eftirfylgjandi kemur blástemplingin frá hægri lærustovni av vísindaligum autoriseraðum persóni (professorførleika) í góðari trúgv og intaktum trúðvirði.
Skal hetta ikki gerast dagligur kostur, mugu vit tora at siga frá ella rópa varskó.

At tora
At tora, er at missa fótafesti eitt bil, men ikki at tora, er at missa lívið, sigur Søren Kierkegaard (1813-55). Katrin Dahl Jakobsen tordi, men tað kostaði henni eina heksajagt!
Hennara djarva viðmerking - hóast av summum mistulkað - hevur longu sett gongd í eina viðkomandi og tiltrongda debat um etikkin í føroyskum politikki. Tað verið seg í løgtinginum, landsstýrinum ella í valorrustum og í fjøllmiðlunum yvirhøvur. Hetta í sjálvum sær var eina heksajagt vert. Kanska varaløgmaður et al. tekur mistulkingina sum ein maður og biður um umbering. "Livet forstås baglæns, men må leve forlæns", sigur Søren Kierkegaard!