Summarið 2009 hevur verið merkt av, at nærum dagliga hava ræðusøgur um sjúkur verið at hoyrt í fjølmiðlunum. Um nakað samfelag hevur ligið undir myrkum skýggjum av ótta og ótryggleika, so er tað tað føroyska, sum umframt alheimsfarssóttina H1N1 svínakrímið eisini hevur fingið CTD ílegusjúkuna tætt inn at kroppinum. Í øllum hesum ræðuleikanum av ótta fyri sjúku og deyða finst tó nakað, ið hesi bæði fyribrygdini hava til felags, nevniliga at tað kostar at royna at gera nakað við tað.
Tað leiðir fram til høvuðsboðskapin við hesum linjum. Nevniliga at hendingarnar á hesum klettum, sum summarið 2009 hevur verið karmur um, eru um somu tíð ein gyltur møguleiki hjá landsins politikarum, avvarðandi myndugleikum, fakfólkum og borgarum í hesum samfelag at fáa í lag eitt ítøkiligt kjak um raðfestingar innan føroyska heilsuverkið. Eins lítið hugaligt tað er at kjakast um hetta, líka so átrokandi er tað. Spurningurin, ið kemur at standa eftir og sum er ógvuliga ringur, kanska ómøguligur at svara er: Hvat er prísurin á einum menniskja?
Strikan í karinum
Samanber ein heilsuverkið við eitt kar, so er tað eitt kar uttan propp. Ein kann halda á at fylla í karið, tí tað fer ongantíð at fyllast.
Um tað stendur til fakfólkini innan heilsuverkið, so vilja tey sjálvandi hava játtað so nógv sum møguligt til heilsuverkið fyri á tann hátt at kunna veita eina enn betri tænastu til borgaran. Men tað eru politikarnir sum mugu tora at taka ta ábyrgdina á sínar herðar og kunna tekna eina striku í karið har upptil, sum karið skal ella kann fyllast. Sjálvandi í samráð við fakfólk á økinum. Men tað fer altíð at enda við einum kompromis, tí tað grundleggjandi eru ymisk áhugamál, sum politikkarar og fakfólk hava. Politikarin, fyrst og fremst at tekkjast veljaranum, og fakfólkið innan heilsuverkið fyrst og fremst at tæna sjúklinginum.
Hetta vil so aftur hava við sær, at tað verða summi ting sum fara at bera til og onnur sum ikki bera til. Ein fer ikki at fáa meir fyri minni.
Tað er nú einaferð soleiðis, at heilsuverk dýrka við tíðini. Hetta hóast ein roynir at rationalisera og effektivisera.
Tvíeggjaða svørið
Um somu tíð skal sigast, at heilsa ikki bert tørvar at vera ein útreiðsla, men avgjørt eisini kann geva inntøku. Hetta summarið hevur eisini verið eitt fínt dømi um, at tá peningur kann forvinnast innan heilsu, tá skortast ikki upp á aktørar sum vilja hava ein part av køkuni.
Alt frá hvør skal taka blóðroyndir og gera kanningar til sensasionellar forsíður, soleiðis at bløðini verða seld. Hvør veit um ikki fleiri aktørar fara at gera seg galdandi í framtíðini?
Eitt nú tryggingarfeløg, sum við einari serligari trygging tryggja kundanum viðgerð. Nær og hvar sum helst, blóðroynd ella vaccinatión um tørvur skuldi verið á tí. Ella umvent, at tað fer at blíva meir og meir trupult ella dýrari at fáa eina trygging yvirhøvur, tí hvat fyri tryggingarfelag vil tryggja ein, sum hevur eina kenda deyðiliga ílegusjúku?
Kann væntast at ein í framtíðini fer at síggja eina økta privatisering innan heilsuverkið eins og mann hevur sæð í londunum kring okkum?
Hvussu verður tá nýggja sjúkrakassaskipanin verður tikin í brúk? Um tann nógv umtalaði ílegubankin verður settur á stovn, kann tað tá beinleiðis blíva inntøkugevandi at kanna fyri og finna ílegusjúkur?
Vegamót til brúkaragjald
Tað júst viðtikna uppskotið hjá nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum um brúkaragjald fyri summi í samband við kanning fyri ílegusjúkuni CTD er kanska júst eitt gott dømi um, at broytingar innan føroyska heilsuverkið eru í væntu.
Tað er ógvuliga sannlíkt, at hetta ikki verður seinasta dømið, har politiski myndugleikin verður noyddur at gera slíkar raðfestingar. Har fara at koma enn fleiri ílegusjúkur undan kavi, og hvussu skal tá farast fram.
Næsta nærlagda avgerðin kundi hugsast at blivið, tá vaccinan móti svínakrímið er liðug væntandi í nov.’09. Fara tá føroysku politikkarnir at geva eykajáttan, so at allir føroyingar skulu hava í boðið at blíva vaccineraðir? Um ikki, hvussu nógvar vaccinatiónir ætlar so Føroya land at keypa til landið, og hvør skal hava fyrstarætt til at fáa tær? Verður brúkaragjald neyðugt?
Hesir spurningar eru londini rundanum okkum longu í ferð við at kjakast um og svara, og tað er tí neyðugt, at avvarðandi heilsumyndugleikar eisini tora at fara í holt við tílíkt kjak her heima.
Tað er eisini sannlíkt, at tað fara at koma fleiri tílíkar støður har ynski um tiltøk og atgerðir ikki standa mát við teir ressursirnar, sum eru til taks. Tískil fer aftur og aftur at vera neyðugt at gera raðfestingar. Hvørjar viðgerðir skulu bjóðast út? Hvørjar viðgerðir skulu takast heim? Hvør skal sleppa av landinum til viðgerðar? Hvar og við hvørjum? Hvør skal hava rætt til kanning? Hvør skal gjalda fyri kanning og heilivág? Hvussu nógvir kommunulæknar skulu útbúgvast? Hvussu nógv sjúkrahús skulu vera í Føroyum? Osfr.
Fitiepidemi
Fyri at nevna eitt dømi, so liva vit í eini tíð, har vit longu hava eina aðra bókstaviliga risastóra avbjóðing innan heilsu, av mongum fakfólkum eisini kallað epidemi. Nevniliga fitiepidemiin.
Henda avbjóðing fer um allan heim við eini ferð og við einum mynstri, ið á nógvum økjum mest av øllum líkist eini epidemi. Henda fer bert at vinda upp á seg innan fyri komandi árini. Tað er lítil ivi um, at hetta kann taka lívið av fleiri føroyingum enn bæði svínakrím og CTD tilsamans.
Hvør skal tá hava rætt til viðgerð? Hvør skal hon verða og hvar? Hvør skal gjalda? Longu nú verða summi av hesum send av landinum til viðgerðar. Verður væntandi, at brúkaragjald eisini skal nýtast her? Sjálvt um tað innan fyri tey næstu árini skuldi komið ein heilivágur, sum kundi gjørt, at føroyingar kundu blivið viðgjørdir í Føroyum, so verður hetta uttan iva ikki nakar bíligur heilivágur.
Krabbamein og hjartaæðrasjúkur eru aðrar sjúkur, ið longu sum er, kosta nógvum føroyingum lívið á hvørjum ári. Hetta er ikki fyri at siga, at tað ikki skal játtast pengar til áðurnevndu sjúkur, men fyri at gera vart við, at neyðugt er við einum kjaki um raðfestingar innan heilsuverkið. Raðfestingar sum eisini eru óloysiligt tengdar at etikki og morali.
Vøruúrvalið
Tað gevur onga meining at játta pening til eitt heilsuverk uttan um somu tíð at vita, hvat man fær fyri peningin. Tað er neyvan nakar, ið fer at gjalda fyri eina vøru uttan at vita, hvat tað er fyri ein vøra ein keypir. Um somu tíð er tað allarhelst flestum kunnugt, at prísur og góðska ofta fylgjast hond í hond.
Er føroyska heilsuverkið sum ein handil, so eru kanningar og viðgerðir vørurnar. Sum keypmaður kann ein velja at hava nógvar ella fáar vørur í handlinum. Men eingin keypmaður kann hava ein handil við øllum tonkiligum vørum.
Framtíðin
Seinastu tvær hendingarnar hetta summarið eru eitt gott dømi upp á, at innan heilsu er einki statiskt – broytingar kunnu koma nær sum helst, og tær kunnu koma so mikið skjótt, at neyðugt er at gera átøk her og nú. Støður har tíðin hevur avgerandi týdning á úrslitið.
Um eingin frammanundan løgd raðfesting finst, fer mann altíð at vera eftirbátur, tá slíkar broytingar koma. Tað skilabesta grundarlagið fyri slíkum raðfestingum er um kjakast verður um, hvat tað er fyri eitt heilsuverk ein ynskir sær og so gera neyðugu raðfestingarnar hareftir. Hetta er fyrst og fremst ein politisk ábyrgd, ið avvarandi politisku mynduleikarnar mugu tora at átaka sær.
At tosa í stórum orðum og breiðum vendingum uttan nakað ítøkiligt, er eingin tjentur við - allarminst sjúklingurin.
Føroyska samfelagið stendur framman fyri stórum avbjóðingum eisini á heilsuøkinum. Tað má summarið 2009 sigast at hava verið eitt gott dømi um. Men eins og summar aftur verður næsta ár, so er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn Føroya land stendur andlit til andlit við næstu avbjóðing innan heilsu – sum óansæð hvat fer at kosta pengar at gera nakað við. Avvarðandi myndugleikar hava møguleikan og ábyrgdina av at avgera, um hetta samfelagið tá skal verða fyrivarið ella eftirsnarið!