Klokkan 16.00 í dag byrjaði forsølan til konsertina við Lukas Graham í Havn tann 24. oktober.
Áhugin fyri at tryggja sær atgongumerki var so stórur, at fólk stóðu í stórari kø uttan fyri Vodafone, tveir tímar áðrenn forsølan skuldi byrja. Tí kom proppur í, og forsølan varð flutt á Torgið í SMS, har betri pláss er at standa í kø.
Lukas Graham er helst heitasta poppnavnið á okkara leiðum í løtuni, og tað sæst eisini aftur í áhuganum fyri konsertini í Føroyum.
Í løtuni bíða fleiri hundrað fólk eftir at sleppa fram at søludiskunum.
Umframt forsøluna í SMS verða atgongumerki eisini seld í Vodafone í Runavík, og har stóð kø út á vegin, tá ið forsølan skuldi byrja.