Provo, pallur og parlag

Meðan Egi flýggjar inn á kummuna, stendur Birita og ýlir inni í stovuni. Ja, morgnarnar eru ein sonn farca heima hjá sjónleikaraparinum Mohr/Dam, sum eru pall-aktuell um ólavsøkuna

Tey vórðu ákærd fyri bólkasex, kommunismu, undirgravingarvirksemi og landasvik.

Men kortini vóru tey bæði fyrstu árini við Grímu tey bestu.

Stovningarárið var 1977, har fimm ungir og progressivir sjónleikarar ferðaðust kring oyggjarnar við einum leiki fyri og øðrum eftir.


Tey fimm vóru Eyðun Johannesen, Rosa á Rógvu, Kári Øster, Egi Dam og Birita Mohr.


Og tey vóru skírd at vera russara-vemmiliga-reyð og fúl, sum beri fanin.


Men vanligi føroyingurin tók væl ímóti modernaða sjónleikinum, við stóru rørslunum, kenslubornu senunum, rópum og geylum, øðrvísi búnum og atfinningarsemi mótvegis smáborgarliga samfelaginum. Soleiðis var tíðin – eisini í Grímu.


- Hetta var síðst í 70árunum og sjónvarpið var ikki komið enn. So fólk streymaðu til leikarnar, sum vórðu so væl fagnaðir, at vit fimm kundu liva av inntøkunum frá atgongumerkjasøluni.

Tað var eisini í hesum árum, at tey bæði, Birita Mohr og Egi Dam funnu saman sum par. Eitt kvøldið í ársveitslu hjá Mimir.


Russarareyða Gríma


Birita krøkir beru beinini upp undir høkuna, meðan vit tosa. Við fríum rørslum og summarkjóla líkist hon ikki einari vanligari føroyskari konu um tey fimmti árini. Sitandi á lítla stólinum mitt á gólvinum í stóra svarta venjingarrúminum á Tjóðpallinum. Hinumegin borðið situr maður hennara, Egi, og lenar seg aftur á stólinum. Millum tey á borðinum liggur kopieraða leikritið, ella monologurin ”Pieta”, í einari reyðari plastmappu. Tekstur er undirstrikaður og viðmerkingar krutlaðar á margina við blýanti.


- Jú, vit vóru kanska russarareyð. Til dømis varð lønin býtt eftir tørvi. Eg, Birita og Rosa høvdu bara okkum sjálvi, so vit fingu 4000 krónur um mánaðin. Kári hevði lestraskuld, so hann fekk 6000 krónur, og Eyðun hevði bæði konu og børn at forsyrgja, so hann fekk 8000 krónur, greiðir Egi frá.


Reyði liturin kom eisini til sjóndar, tá tey til dømis noktaðu at upptraðka í SMS, sum eftir teirra sannføring umboðaði alt tað illa í kapitalistiska samfelagnum.


Bjóða parlagnum av


Seinastu tveir mánaðirnar hava Birita og Egi vant einmansleikin ”Pieta”, sum verður framførdur á Tjóðpallinum um ólavsøkuna. Hann sum leikstóri, hon sum einasti – og tó, hon er ikki heilt einsamøll á pallinum.


Einaferð áður hava tey sett leik upp einsamøll. Tað var ”Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin”, eftir spanska prestinum Jose´Luis Martin Descalzo, miðskeiðis í 90unum. Tey eru fullgreið um, at tey bjóða lagnuni av, tá tey arbeiða so tætt og konsentrerað saman alt samdøgrið í einar tveir mánaðir.


- Seinast endaði tað heilt galið. Vit runnu skríggjandi vekk frá hvørjum øðrum dagin eftir premieruna, og vóru frá hvørjum øðrum í eitt heilt ár, fortelur Egi. Tey rokna tó við, at parlagið fer at halda hesaferð, tí, sum tey siga: Vit brýnast við aldrinum.


- Sum yngri vóru vit meira avgjørd, fýrakantað og kanska eisini egoistisk. Kanska eru vit eisini eitt sindur dovnari, sigur Birita og flennir til Ega.


So ymisk og tó


Tey eru sera ymisk av lyndi. Hon, sum tann spontana og energiska morgunmenniskjan, og hann sum tann róligi, sum tekur lívið, sum tað kemur og ger tingini meira í stillum. Men tey hava lært at livað við serheitunum hjá hvørjum øðrum.


- Hetta er helst tann gamla søgan um kvinnuna og mannin. Onkursvegna fella vit fyri tí, sum vit ikki sjálvi hava, og kunnu soleiðis skapa eina heild í parlagnum, sigur Egi.


Mótsetningarnir koma serliga til sjóndar um morgnarnar, har Birita flýgur upp úr songini, og fær húsið og aðrar uppgávur frá hondini í einum. Eisini ger hon raddarvenjingar í stovnuni, so ein uttanfyristandandi hevði hildið, at her var heilt galið.

Egi, harafturímóti, skal bara hava frið fyrstu tveir tímarnar av degnum. Krógvar seg á kummuni í ein tíma, lesur, fer í bað og so annars spakuliga fram.


-Hon er mær í so energisk um morgunin. Tá hon dustsýgur, kann tað oyðileggja mær allan dagin. Serliga tá eg vil hava frið, sigur Egi, meðan hann gníggjar sær um skallan.


Har er lítið hár. Og tað sum er, hevur eitt løgið reyðlitað skarð. Sum ein reyð gloria.


Men har er ongin gloria. Tí Egi er og verður provokatør. Eins og Birita.


Umbering fyri bólkasex


Tað er ongin loyna, at fleiri av Grímu-leikunum hava provokerað. Bæði politiskt, átrúnaðarliga og sexuelt. Tað var eisini meiningin í teimum sosialrealistisku 70unum. At spæla leikir við boðskapi. Í dag eru leikirnar aloftast lívsmyndir, sum hvør einstakur kann fáa nakað burturúr, tí postmodernisman sjálvandi eisini røkkur upp á pall.


Men kortini hava tey fingið sinnini í kók seinastu árini.

Tey verða týðuliga hugtikin, tá tosið fer yvir á føroyska samfelagið, smáu forholdini og reaktioneru kreftirnar, sum leikbólkurin setti seg upp ímóti frá fyrsta degi.


- Vit vóru kanska naiv og hildu, at vit kundu bjarga heiminum, fáa rættvísi, líkarætt og frið. Óli Breckmann og Dagblaðið skrivaðu síðu upp og síðu niður um okkum. Tað var púra óhoyrt tá í 70unum at arbeiða í bólki, til dømis einum sjónleikarabólki. So tey ákærdu okkum í ramasta álvara fyri at brúka leiklistina sum skálkaskjól fyri at sleppa at dyrka bólkasex, sigur Birita, og tey flenna og rista á høvdunum.


Vandamikla listin


Men hví framføra tey kortini ofta leikir, sum fáa hetta elskuliga paradísið upp á kók. Sum til dømis Ginusøgur?


- Vit vilja klóra í fasaduna. Seta tingini í perspektiv og avdúka dubultmoralin, trongskygni og aðrar modbydeligheitir. Tí koma vit sjálvandi ofta inn á sex, gudiligtheit, drykkiskap, harðskap, kúgan og onnur tabu, sigur Egi. Og hann minnist aftur á prestin Olufsen, sum fór upp at sprella, tá tey settu eina skøkju í rúm við einum jesuskrossi.


- Har avdúkaði hann seg so dyggiliga í sínum gamlatestamentliga rotinskapi, sum ikki hoyrir saman við orðinum um kærleika og fyrigeving, sigur Egi fortørnaður. Og hann forklárar, at leiklistin hevur altíð verið vandamikil hjá valdsharrunum, og altíð er fyrsta listin, sum verður bannað ella kontrolerað, tá nýggj einaræði koma til.


Fylgja dreymunum


Sum sjónleikarar hevur lívsrútman hjá Ega og Biritu verið øðrvísi enn hjá teimum flestu. Bæði gerandisdagurin og árini saman. Nógv at gera til tíðir og als onki aðrar tíðir. Við tveimum synum, sum nú eru vaksnir, hevur veruleikin viðhvørt bankað á dyrnar, og tey hava tikið sær leys størv fyri at fáa eina støðuga inntøku í eitt tíðarskeið. Líka frá lossing til posthús, vasking og á bóndagarði.


- Tá vit venja, eru vit 100 prosent á alla somlu tíðina í fleiri mánaðir. Meðan framførslurnar eru, arbeiða vit seinnapart og kvøld. Men tá ongin leikur er á plakatini, hava vit meira frítíð enn tey flestu. So tað hevur verið bæði strævið og óstabilt, men eisini deiliga fjølbroytt, sigur Birita. Og tey eru samd um, at tey vildu ikki verið lívið sum sjónleikarar fyriuttan.


- Vit fara í øllum førum ikki at sita og iðra okkum, tá vit verða gomul. Tí vit gjørdu tað, sum vit allarhelst vildu, sigur Birita, sum eisini er sera fegin um, at fólk taka so væl ímóti tiltøkunum, sum Gríma og Tjóðpallurin hava at bjóða.


Fúla-Gríma


Samrøðan er at enda komin, og vit runda av við at spyrja, um tey veruliga dyrkaðu bólkasex í Fúlu-Grímu, sum Dagblaðið skírdi tey.


- Nei, tað gjørdu vit absolutt ikki! Men tað sigur nokkso nógv um, hvørjar óforloystar kreftir streingja seg á í høvdunum á fólki, tá tey leggja onnur undir slíkt, eru tey samd um.