Tað er ongin loyna, at umstøðurnar hjá sálarsjúkum í mong ár hava verið undir alt lágmark her á landi.
Men seinastu tvey árini er vent í holuni, og vit hava hoyrt ta einu sólskinssøguna fyri og aðra eftir úti frá hospitalsvegnum, har stórar bygnaðarbroytingar hava havt við sær, at fólk eru farin at trívast – bæði sjúklingar og starvsfólk.
Men, eftir at Deild 1, sum umfatar ein triðjing av øllum seingjarplássum á Psykiatriska Deplinum, lat aftur vegna sparingar hin 1. oktober og ætlandi verður stongd árið út, er vandi fyri, at menningin á økinum ikki bara steðgar upp, men fer í sor. Hetta er í øllum førum óttin hjá teimum fýra fakfeløgunum Føroya Psykiatrifelag, Ergoterapeutfelagnum, Almanna- og heilsurøktarafelagnum og felagnum Føroyskir Fysioterapeutar, sum Sosialurin hevur tosað við.
Eldsálir í vanda
Og lagnunnar speisemi er tað, at 1. oktober var júst sami dagur, har nýggja psykiatrilógin, sum bíðað hevur verið eftir í áravís, varð sett í gildi. Hendan lógin, sum fremst av øllum skal tryggja fólki sømilig kor, tá tey gerast sálarsjúk.
- Tað er sera hugstoytt at uppliva eina so umfatandi afturgongd á einum øki, sum frammanundan er so viðbrekið, og sum í allar mátar verður borið uppi av eldsálum. Nú er vandi fyri, at tað, sum er bygt upp, ikki bara verður steðgað til nýggjárs, men, at vit noyðast at byrja nógv arbeiði av nýggjum aftur, sigur Kerstin Rasmussen, forkvinna í Føroya Psykiatrifelag, og hon leggur afturat, at hóast tilfeingi og karmar hava ikki verið góðir, hava tey fingið nógv gott burtur úr kortini.
Í feløgunum ivast tey í, um eldsálirnar innan psykiatriina fara at yvirliva eitt so stórt bakkast.
- Tá umstøðurnar broytast og versna so nógv, er vandi fyri, at eldsálirnar, sum halda øllum uppi, brenna út og rýma úr psykiatriini. Og tá eru vit aftur á null, sigur Súna Mørk, næstforkvinna í Ergoterapeutfelagnum.
Fakligt afturstig
Sambært teimum fýra feløgunum kunnu fakligu avleiðingarnar av sparingunum gerast rættiliga umfatandi, tí Deild 1 hevur eina serliga funktión innan Psykiatriska Depilin. Og tey kenna á sær, at tey noyðast at siga frá, tí tey sjúku hava ikki orku, og tey avvarðandi eru eisini illa sperd.
Tær greiða frá, at Deild 1, sum hevur 14 seingjarpláss, er ein vanlig seingjardeild, sum er opin allar gerandisdagar. Hon er ætlað sjúklingum, sum eru ov veikir at verða útskrivaðir, men, sum kortini eru somikið væl fyri, at teir kunnu fara heim í vikuskifti. Deildin rúmar eitt nú børn og ung, fólk við etingarólag, persónsmenskuórógvi og tunglyndi. Eisini virkar hon sum útslúsingardeild hjá teimum, sum eru komin á enda í einum viðgerðartilboði, og sum skulu fyrireika seg til at koma út í samfelagið og á arbeiðsmarknaðin aftur.
Á Psykiatriska Deplinum eru tvær aðrar deildir: Deild 2, sum er afturlatin deild og bráðfeingis móttøka, og so Deild 3, sum er vanlig opin seingjardeild alla vikuna. Hóast starvsfólk eru ikki uppsøgt í sambandi við sparingarnar, hava sparingarnar á Deild 1 við sær, at trýstið á hesar báðar seingjardeildirnar økist munandi.
Irdi Danielsen frá Ergoterapeutfelagnum sigur soleiðis:
- Vit mangla snøgt sagt ein triðjing av øllum seingjarplássunum, og tað fær sjálvandi avleiðingar fyri bæði sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi. Bæði tí sjúklingagongdin verður avbrotin og viðgerðartilboðið tikið burtur, umframt, at vit møguliga noyðast at avvísa fólk, sum so kunnu gerast sjúkari av at bíða.
Tær vísa eisini á, at við færri plássum er vandi fyri, at sjúklingar verða útskrivaðir áðrenn tíð, og at bíðitíðin at sleppa í viðgerð verður drúgvari.
- Alt hetta minkar sjálvandi um góðskuna á viðgerðartilboðnum, sum so aftur kann kosta samfelagnum fleirfaldað aftur í longdini, sigur Súna Mørk frá Ergoterapeutfelagnum. Tí, sum hon tekur til: Verður viðgerðin ófullfíggjað og kontinuieteturin brotin, økist vandin fyri, at sjúkan vitjar aftur. Og tað hevur sjálvandi útreiðslur við sær, um fólk ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum í longri tíðarskeið ella fáa afturstig í sjúkraleguni.
Løgið tíðspunkt
Feløgini vísa á, at sparingarnar á Psykiatriska Deplinum tykjast óumhugsaðar beint nú. Ikki minst, tá hugsað verður um menningina og politiska vælviljan á økinum seinastu árini.
- Samstundis sum, at psykiatriin hevur 40 ár á baki í ár, umframt, at avrátt er at byggja ein nýggjan psykiatriskan depil, er hetta størsta bakkastið eg havi upplivað hesi mongu árini, eg havi starvast innan psykiatriina. Vit hava áður havt sparirundir, men tá hava vit starvsfólk noyðst at runnið skjótari. Ongantíð hava so nógv seingjarpláss verið niðurløgd yvir ein kamb sigur Kerstin Rasmussen, og spyr í sama viðfangi, hvar virðingin og rætturin hjá tí einstaka er í slíkum førum.
- Í mun til nógvar aðrar sjúkur, er sálarsjúka soleiðis hættað, at tað ber ikki til at leggja innleggingarnar til rættis. Talan er altíð um bráneyðugan tørv á viðgerð, sigur Kerstin Rasmussen, forkvinna í Psykiatrifelagnum.
Nevndarlimirnir í feløgunum, sum Sosialurin hevur tosað við siga eisini, at komandi mánaðirnir eru ringasta tíðin at spara á psykiatriini.
- Hetta er ringasta tíðin á árinum. Nógv fleiri fólk hava tunglyndi og verða sálarliga illa fyri í myrku tíðini. Tí kann ein innlegging á Deild 1 vera júst tað, sum skal til, fyri at ein veikur sjúklingur orkar at koma heim til familjuna og børnini á jólum, sigur Súna Mørk.
Sum heild er ivasamt, um feløgini fakliga kunnu forsvara, at limir teirra koma í støður, har teir noyðast at senda sjúklingar til hús, áðrenn viðgerðin er fullgjørd.
- Tí eg meti, at fakligheitin er í stórum vanda, tá slíkar sparingar fara fram og onki annað tilboð verður sett í staðin, sigur Kerstin Rasmussen, forkvinna í Føroya Psykiatrifelag.