Psykiatriin – Hvat vilja vit?

Bergtóra Høgnadóttir
---------

Havi verið so sera spent at frætta aftur, hvør fylgjan bleiv, nú sjónvarpssending dokumentaði, hvussu støðan er á barna –og ungdómspsykiatriska økinum. Áralangar bíðirøðir til útgreinan og væntandi tilboð eftir útgreinan. Øll mundu harmast, tá tey sóu sendingina og gleðast nú um at barnapsykiatriin tykist at verða uppraðfest.
Fegnist, og tó…
Nú frættist í Degi og Viku hin 24. mai at psykiatriin má spara til tess at uppraðfesta barna –og ungdómspsykiatriska økið. Fylgjan er:
Økispsykiatriin kann ikki fullfíggjast – tað merkir, at sálarsjúkir føroyingar ikki fáa sama tilboð uttan mun til, hvar í landinum teir búgva.
Eingir frítíðaravloysarar verða í summar á psykiatriska deplinum
Deild 1 letur aftur í heilar tíggju vikur. Hetta er longri enn gott er, sambært Tormóði Stórá varð sagt í innslagnum.
Hetta er snøgt sagt ikki í lagi. Flest øll væntaðu vit, at ein uppraðfesting av psykiatriska økinum fór at gerast veruleiki – men gakk. Nú hendi hettar ístaðin. Skilji ikki logikkin
Støðan sum heild
Nógv prógv eru um, at psykiatriska økið ikki verður raðfest nóg ovaliga. Hóast nógv føgur orð, er spakin framvegis ikki settur í til nýggjan psykiatriskan depil. Sum er, hava vit onga barna –og ungdómspsykiatriska deild og fleiri fólk hava stovu saman. Fysisku karmarnir eru verri enn ein kann ímynda sær. Har skulu tey sum sálarliga hava tað truplast koma fyri seg aftur!
Fyri stuttum frættu vit, at økisdepilin í Vági til sálarsjúk longu kundi verið latin upp – men gakk. Hetta er útsett í eitt hálvt ár. Raðfest var ikki at nýta pening til at lata upp sum skjótast – hóast tørvurin er stórur. Harumframt var – tá søkt var eftir leiðara til depilin – ikki eitt krav, at leiðarin skuldi hava royndir innan psykiatriska økið.
Búfólkini á psykiatriska deplinum – sum búgva har tí at vit ikki hava raðfest teimum ein annan bústað – fáa bert lummapening og ikki pensjón. Búfólkin verða harvið tey sum rinda fyri væntandi politiska raðfesting. Uppskot liggur klárt at broyta hettar og er tað mest upplagda uppskotið í pensjónsnýskipanini at fáa framt – tí øll taka uttan iva undir við hesum og tað hevur skund!
Nógv prógv eru sostatt um, at psykiatriska økið ikki verður raðfest nóg ovaliga. Tað at depilin hevur verið noyddur at spara 2, 5 mió seinastu árini er enn eitt dømi um hetta.
Starvsfólk og avvarðandi tey fyrimyndarligu
Skilagóð átøk og tilboð eru avgjørt vorðin veruleiki á økinum tó. Bæði í mun til hin sjúka og tey avvarðandi. Vit kunnu tó serliga takka starvsfólkunum fyri tað. Verandi samgonga er dumpað so dyggiliga – haldi snøgt sagt ikki, at hon veruliga veit, hvussu umráðandi tað er eisini fyri sálarsjúk at fáa skjóta viðgerð. Bæði fyri at gerast so lítið sjúk sum gjørligt og fyri at koma skjótt fyr seg aftur. Tað er ikki ein útreiðsla, at fólk fáa góða og skjóta viðgerð. Tað sparir sjúkufráveru, sjúkradagpening og tryggjar styttri og minni umfatandi viðgerð. Fyri ikki at tosa umlívsdygdina hjá tí sjúka og allari familjuni. Vóni ,at hetta eisini gerst samgonguni greitt. Kunnu ikki blíva við at gera okkum dælt av teim avvarðandi.