Katalanski forsetin Carles Puigdemont noktar fyri at leggja frá sær, eftir at spanska stjórnin hevur sett katalanska sjálvstýri úr gildi.
– Tað er katalanska tingið, sum velur forsetan, segði Puigdemont í einari sjónarpsrøðu sambært El País.
Stríðið millum katalansku og sponsku stjórnina harðnar í hvørjum. Umstrídda fólkaatkvøðan um loysing setti av álvara eld í krútið. Spanska stjórnin viðurkennir ikki fólkaatkvøðuna, meðan katalanska stjórnin vil gjøgnumføra niðurstøðuna um loysing.
Fríggjadagin lýsti katalanska tingið Katalonia sum sjálvstøðugt land, og samstundis brúkti spanska stjórnin grein 155 í stjórnarskipanini, sum gevur stjórini loyvi at seta sjálvstýri í sponskum landslutum úr gildi í kreppustøðum.
Carles Puigdemont bað í sjónvarpsrøðuni katalanar um at mótmæla framferðini hjá sponsku stjórnini friðarliga.
Carles Puigdemont kann verða handtikin fyri sína framferð, og nú hevur belgiskur ráðharri sagt, at Puigdemont kann fáa politiskt friðskjól í Belgia. Theo Francken, sum er belgiskur innflytararáðharri, sigur við VTM, at Belgia er eitt av fáu londunum, har ES-borgarar kunnu søkja um politiskt friðskjól.