Punjab á Tórsfest

Fyriskipararnir av Tórsfest hava í dag kunngjørt enn eitt navn, sum skal á pall á Tórsfest leygarkvøldið 23. juli.


Millum mongu bólkarnar, sum fara á pall hetta kvøldið, verður eisini vælumtókti føroyski bólkurin Punjab. 
Evnaríku ungu tónleikararnir úr Punjab hava tikið føroyingar á bóli við sínum vælspælda tónleiki. Limirnir í Punjab funnu saman fyri fáum árum síðani og hava spælt til nógvar konsertir og tiltøk síðan tá, og hava alsamt vunnið sær fleiri og fleiri fjepparar. Teir spæla blues-inspireraðan alternativan funk-rock tónleik og løgini eru teirra egnu. 


Uttan mun til hvar teir spæla, megna teir altíð at fanga fjøldina við teirra fangandi tónleiki og nú verða teir so at hoyra í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið fyri ólavsøku saman við eini rúgvu av øðrum bólkum.


Umframt Punjab er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtókti danski bólkurin Saybia, Týr, Marius og MC-Hár fara eisini á pall í gongugøtuni hetta kvøldið. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúka.