Russiski forsetin, Vladimir Putin, takkar turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, fyri sum semingsmaður at royna at fáa gongd í útflutningin av ukrainskari hveiti.
Tað ger hann eftir ein fund millum Iran, Turkaland og Russland í iranska høvuðstaðnum, Teheran.
Putin sigur, at tað hava verið framstig sambært russisku tíðindastovuni Tass. Men enn eru tey ikki komin heilt á mál.
– Vit hava við tygara (Erdogan red.) seming gjørt framstig. Ikki øll evni eru loyst, tað er rætt, men tað eru gjørd framstig, og tað er longu í sær sjálvum gott, heldur hann.
Tað framgongur ikki, hvørji framstig hann sipar til.
Ukraina er ein av heimsins størstu útflytarum av hveiti. Men russiska álopið á Ukraina hevur forðað ukrainskum útflytarum at sigla kornið út gjøgnum Svartahavið, tí russiski herurin hevur valdið á tí mesta av ukrainskum strondini.
Tað er fyrstu ferð, at Putin síðani innrásina í Ukraina í februar, hevur staðið andlit til andlits við Erdogan. Einum forseta frá einum Nato-landi.
/ritzau/