Russiski forsetin, Vladimir Putin, viðgongur, at Russlandi tørvar brennievni eftir mongu ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk og oljugoymslur.
Eitt av harðast raktu økjunum er Krim-hálvoyggin, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.
Á myndini omanfyri síggjast bilar standa í bíðirøð við eina bensinstøð í býnum, Simferopol á Krim.
Russiski forsetin viðgongur, at trot er á brennievni í Russlandi.
- Tá talan er um álop á russiska undirstøðukervið generelt - og serliga á orkusektorin - eru sjálvsagt trupulleikar. Tað er upplagt, viðgongur Vladimir Putin.
Hetta sigur hann í einari samrøðu, sum Kreml legði út í gjár.
- Akkurát nú uppliva vit eitt ávíst trot á brennievni, men hetta er ikki kritiskt, segði forsetin.
Vladimir Putin legði aftrat, at høvuðsuppgávan hjá Russlandi er at styrkja loftverjukapasitetin og tryggja orkuveitingarnar, serliga á Krim.
##med2##
Fríggjadagin boðaðu russisku myndugleikarnir á Krim frá, at oyggin er í einari neyðstøðu orsakað av vantandi brennievni og streymloysi.
Ukraina kallar álopini á russiska undirstøðukervið og orkusektorin hevnd fyri áhaldandi - og daglig - russisk álop á sivilfólk og orkukervið í Ukraina.











