Puyol ivast í at leingja

Liðformaðurin hjá FC Barcelona, Carles Puyol, hevur enn ikki skrivað undir nýggjan sáttmála við spanska stórfelagið. Puyol hevur fingið eitt uppskot um nýggjan sáttmála, men hann ivast í, um hann skal taka av. Puyol kennir seg ikki vísan í, at hann eigur fast pláss á liðnum hjá Barca, og tí umhugsar hann sína framtíð í felagnum. Barcelona hevur boðið Puyol ein tvey ára sáttmála.