Pytlick er rasandi

Jan Pytlick, venjari hjá Danmark, er rasandi inn á leikararnar eftir bronsudystin, sum donsku kvinnurnar taptu við út av lagi vánaligum álopsspæli.
Tað var nøktandi at lata 16 mál fara ígjøgnum móti Rumenia, men Danmark fekk bara 15 mál, og tað er ov vánaligt, heldur Pytlick.
Hann var so rasandi sum sjáldan fyrr og rópti eftir leikarunum aftaná dystin.
Úrslitið hevur við sær, at Danmark, umframt ikki at vinna bronsuheiðursmerki, missir beinleiðis kvalifiseringina til heimsmeistaraskapið í Brasilia næsta ár.
- Vit vóru als ikki til reiðar. Vit hava staðið okkum væl í kappingini, men tapið oyðileggur eina rúgvu. Eg eri sera vónbrotin. Vit hava arbeitt miðvíst, og so pissa leikararnir so langt við síðurnar í dag. Tað eru fleiri leikarar, sum skulu heim at hugsa, um tær vilja vera við á landsliðnum ella ikki. Um tær ikki kunnu spæla við fullari megi, so mugu onnur framat, sigur Pytlick við BT.
Danmark skal heldur spæla tveir alt-ella-einki dystir móti Póllandi fyri at vinna seg til HM-endaspælið.
Pytlick hevur sagt, at hann vil vinna gull undir OL í London í 2012. Ní er hann ikki vísir í, um tað er eitt realistiskt mál.
- Tað kann væl vera, at eg noyðist til hús at hyggja okkara mál ígjøgnum, um vit ikki kunnu spæla betri enn hetta. Vit eru fimm til sjey mál aftanfyri Noregi í løtuni, og tað er fleiri onnur lið, sum standa seg væl, sigur Pytlick.