Qatar Sports Investments eitur íløgufelagið, ið eigur franska stórfelagið, Paris Saint Germain, millum manna kent sum PSG.
Stóru stjørnurnar hjá PSG eru Kylian Mbappe og Lionel Messi. Tí er Qatar Sports Investments tann stóri vinnarin við einari HM-finalu millum Mbappe og Frakland og Messi og Argentina.
At HM-finalan so eisini verður leikt í Katar ger bara alt enn betri hjá Qatar Sports Investments.
Tamim bin Hamad al-Thani, emirurin og valdsharrin hjá Katar hevur havt tað sum stóran part av sínum uttanríkispolitikki, at Katar skal gerast ein altjóða ítróttarmiðstøð fyri ítróttarligar stórhendingar. Áður er tað eydnast Katar at fáa HM í hondbólti og HM í frælsum ítróttum til landið.
Og nú fløskar alt seg hjá Qatar Sports Investments við einari HM-finalu millum størstu stjørnurnar hjá PSG. Troyggjusponsorurin hjá PSG er Qatar Airways.