Føroyar hava ikki ráð til at takka nei, tá vit hava møguleika at knýta útlendskar kapacitetar at okkum.
Tað er einans við støðugum broytingum og tillagingum, at besta úrslitið fæst. Ítróttur er einki undantak til støðugu áminning Darwins um, at »the fittest survives«. Har merkir »fittest« hvørki tann fittasta ella sterkasti, men tann, ið dugir best at tillaga seg. Avleitt av enska »to fit«.
Fyri viku síðani varð finala í lítlu steypakappingini – liga cup – í Ungarn. Tomislav Sivic, sum flestu fótbóltselskandi føroyingar kenna, stóð sum venjari hjá vinnandi liðnum. Sami Tomislav skal komandi leygardag standa á síðulinjuni, tá stóra steypakappingin verður spæld. Ein kapping, sum Tomislav eisini hevur verið við til at vinna áður við øðrum ungverskum felag.
At Sivic nú hevur møguleika at vinna sítt triða steyp í Ungarn, Hetta staðfestir týðiliga, at talan er um meira enn bert eitt lucky punch. Ungverska deildin er kanska ikki tann sterkasta í Europa, men hon er total-dominera av nøkrum liðum, ið umvegis almennan stuðul hava greiðar kappingarfyrimunir. Og tí er tað bragd í sjálvum sær, um okkurt av smærru feløgunum stingur nøsina fram.
Í góð fimm ár var Sivic venjari í føroyskum fótbólti. Fyri tað mesta við sera góðum úrslitum. Hann var ikki tann, sum tagdi um egnar dygdir, og meira enn tí einu ferðina fanst hann at, at FSF eftir øllum at døma als ikki hevði hug at gagnnýta hansara venjaraevnir.
Hvør orsøkin var, kann bara illgitast um, men onkursvegna stendur ein sterk mynd av, at FSF heldur vildi tvíhalda um egnu venjaraskúlingina, heldur enn at taka ímóti íblástri uttanífrá. Sæð burtur frá A-landsliðsvenjaranum, so hevur FSF mest sum púrasta einvíst brúkt venjarar úr egnari veltu. Altso venjarar, sum allir hava somu uppaling. Alt gott um tað, tí sjálvandi skal FSF vísa hesum álit. Men verður tað álitið púrasta blint, kvettir tú eisini møguleikan fyri tí íblástri, sum altíð er fortreytin fyri støðugum tillaginum. Og tá verður menningin ikki tann, sum hon kundi verið.
Við tí, sum Sivic síðani hevur avrikað, kunnu vit – við allari virðing fyri øllum teimum, sum hava virkað her á landi – staðfesta, at við undantaki av Brian Kerr, hevur eingin teirra avrika í nær námind tí, sum Serbin hevur gjørt. Og vit kunnu eisini staðfesta, at tað er stórt spell, at hesi venjaraevni ikki í enn størri mun komu føroyskum fótbólti tilgóðar.