Nógv verður lagt fyri, tá meistaradeildarliðini hjá kvinnum hjá ÍF og TB bresta saman í høllini á Hálsi leygardagin kl. 14,30.
ÍF heintar leikara heim úr Brasil og TB heintar leikar heim úr Danmark.
Beint eftir at ÍF hevði tryggja sær pláss í steypafinaluni, fór Sóley Philbrow hjá ÍF til Brasilia, men fyri at kunna leika við fullari styrki, hava ÍF-kvinnunar fingið Sóley heim aftur til Føroya av suðurhálvkúluni, soleiðis at hon kann leika við leygardagin.
Og í suðri hevur eisini verið arbeitt seinastu tíðina fyri at styrkja um liðið. Juanna Joensen, sum fyrr í ár hevur leikt við elitu-divisiónliðnum Åbyhøj í bestu donsku deildini, kemur eisini heim til finaluna. TB hevur fyrr í ár sett seg í samband við Juannu, og játtaði hon at leika við, og tí mátti hon gevast at leika í Danmark í byrjanini av januar í ár.
ÍF hægri og eldri
Sum hjálagda yvirlit yvir leikarnar sýnir, so hevur ÍF eftir aldrinum at døma eitt meira roynt lið, tí miðalaldurin hjá teimum er 24,2 ár í mun til 19,8 ár hjá TB. Elsti leikari hjá ÍF er 35 ár og hjá TB 28 ár, meðan ynskti leikari hjá ÍF er 16 ár og tann ynskti hjá TB er 15 ár.
Miðalhæddin hjá ÍF er eisini hægri, og er miðalhæddin hjá teimum 173,5 cm í mun til 171,5 cm hjá TB. Hægsti leikarin hjá ÍF er 183 cm og lægsti 163 cm, meðan hægsti leikarin hjá TB er 182 cm og lægsti 159 cm.
TB betri fyri í landsdystum
Um hugt verður eftir, hvør hevur flestar landsdystir, so er TB væl betri fyri. Á ÍF liðnum er tað bert Randi Larsen, sum hevur verið á landsliðnum, meðan tað hjá TB eru 5 leikarar sum hava leikt altjóða dystir við landsliðum. Flestar dystir hevur Gudrid Nolsøe leikt, íalt 21, og síðani kemur Juanna Joensen við 18 og Svanna Nielsen við 9. Eisini útlendsku leikararnir hjá TB, systrarnar Marina og Maja Popovic hava leikt 5 landsdystir í part fyri Bosnia. So á hesum økinum er TB betri fyri.
Tveir útlendingar í part
Bæði liðini hava tveir útlendskar leikarar í part á liðunum. TB hevur sytrarnar sum eru nevndar omanfyri, meðan ÍF hevur Marija Ninkov og Nikolna Alter. Serliga tann seinna hevur gjørt nógv um seg í landskappingini í vetur, og roknast kann við, at nógv hvílir á hennara herðum leygardagin.
Tað verður eisini spennandi at síggja um Maja Popovic fer at leika sum áleypari ella hevari í finaluni, tí vanliga leikar Juanna Joensen hevari í Danmark, meðan Maja hevur leikt hetta pláss her heima.
Ringt at meta um úrslitið
Sum tað framgongur frammanfyri, verður tað ringt at meta um úrslitið av dystinum, men um hugt verður eftir teimum seinastu dystunum, sum liðini hava leikt sínamillum, so hevur ÍF fyrimun av hesum, tí tær hava funnið teir flestu, og tí liggja tær eisini á 2. plássi í landskappingini framanfyri TB.
Og tá so talan er um eina steypafinalur kann alt henda, og tí vilja vit her ikki spáa um nakran vinnara.
Á heimasíðuni hjá FBF (www.fbf.fo) er ein quick-poll kanning, og á henni verður tippað, at tað verður TB, sum vinnur finaluna (54 um kvøldið 11. februar).
Reka til Havnar
Eftir hvat frættist av Tvøroyri og úr Fuglafirði, so verður dugliga rikið, fyri at fáa áskoðarar til Havnar leygardagin, og frá báðum støðum verður fyriskipaður felags flutningur. Um tað er onkur sum ætlar sær til Havnar at hyggja eftir dystinum, sum byrjar kl. 14,30 leygardagin, frætta tey uttan iva um hetta seinni í vikuni.
Mynd: TB/ÍF
Bæði TB og ÍF hava verið uttanfyri landoddarnar eftir leikarum til steypafinaluna leygardagin.
MYND.Savnsmynd