Tað gekk, sum tað hevur gjørt fýra tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust á Sørvági ídag.
Rádni úr Fuglafirði vann, og harvið eru tær úr Fuglafirði greiðir favorittar at vinna FM heitið, tí tær hava fult stigatal og eru undan tveimum teimum síðstu róðrunum fimm stig undan Sølmundi.
Guli báturin úr Kappróðrarfelagnum NSÍ royndi at gera ein ordiligan vørr. Tær løgdu nógv fyri í startinum, og tær vóru fremstar eftir startspurtin. Harvið var starturin øðrvísi, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar, men hetta lótu tær á Rádna seg ikki kollsigla av. Tær løgdu seg framum, áðrenn teinurin var hálvrógvin, og fram ímóti málinum øktist munurin støðugt.
Tá ið Rádni fór um málið, var fjarstøðan aftur til Sølmund meiri enn tvær bátslongdir, og frá Sølmundi og aftur til Páll Fanga var fjarstøðan uppaftur størri – ikki minni enn ellivu sekund.
1 Rádni 05.39.16
2 Sølmundur 05.46.08
3 Páll Fangi 05.55.11
4 Jarnbardur 06.04.07
5 Fortuna 06.10.03
6 Skúgvur 06.15.14
Støðan
1 Rádni 35
2 Sølmundur 30
3 Páll Fangi 23
4 Fortuna 20
5 Jarnbardur 14
6 Skúgvur 11