Mikudagin verður ein ráðstevna í Nuuk um menningarmøguleikarnar hjá grønlendska vinnulívinum, og tá fara luttakararnir millum annað at viðgera eina frágreiðing, sum grønlendska arbeiðsgevarafelagið og ráðgevingarfyritøkan Cowi Consult for Arctic Business Network hava latið úr hondum.
Í frágreiðingini verður millum annað víst á, at á hvørjum ári hvørva umleið 200 arbeiðspláss í fiskivinnuni, og at helst fara uppaftur fleiri í komandi árum.
Eydnast tað ikki at finna arbeiðspláss aðrastaðni og serstakliga í ráevnisvinnuni, kann roknast við afturgongd í búskapinum, stendur í frágreiðingini.