Landsstýrismenn sita í sjálvdrátti og klandrast alment í fjølmiðlunum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá kunngerð, ið kemur ferðavinnuni sera illa við. Hann hevur sína søgu, meðan landsstýriskvinnan í vinnumálum sigur sína søgu. Landsstýriskvinnan meldar so hart út, at tað er rættiliga óhugsandi, at hon ikki hevur tryggjað sær stuðul frá sínum egna baklandi. Síðan er tað stríðið um játtanina til Landssjúkrahúsið, eitt margháttligt mál, ið er torført hjá almenningi at skilja. Vit vita, hvat Landssjúkrahúsið kostar at reka, um tænastan skal vera optimal og øll tøknilig og menniskjanslig orka skal gagnnýtast til fulnar. Hví so ikki bara játta pengarnar? Vit ynskja jú øll eitt trygt og vælvirkandi Landssjúkrahús.
Her er galið við stevinum í samgonguni, og hetta kann elva til, at samgongan viknar. Omanyvir øllum hesum liggja oljuprísirnar og kreppan í fiskivinnuni sum eitt svart skýggj, ið ongin í samgonguni tykist varnast. Orkan verður heldur nýtt til klandur og markeringar. Hetta er lívshættisligt fyri samgongu av so ólíkum flokkum. Løgmaður hevur, sum tað eitur á nýføroyskum, hildið lágan profil í hesum málum eins og hann sum heild hevur gjørt lítið um seg, síðan samgongan sá dagsins ljós. Men nú er løgmaður farin at ressast. Hann hevur bæði tyktað landsstýriskonuna í mentamálum og kallað vinnumálaráðharran og fíggjarmálaráðharran til ordan. Men synd er at siga, at løgmaður talar við fastleika og myndugleika. Han heldur sum vera man, at tað er óheppið, at landsstýrisfólk keglast alment ístaðin fyri at viðgera tey ymsum málini innanhýsis í samgonguni. Løgmaður heldur somuleiðis, at tað er eitt óheppið signal at senda, at landsstýrisfólk liggja í opnum stríði sínamillum í fjølmiðlunum. Hetta hóvar als ikki løgmanni.
Løgmaður heldur, at sjálvandi kundi hann sum samgonguleiðari kravt størri disiplin í landsstýrinum, men hann heldur eisini, at tað er ein spurningur, hvussu tey ymsu landsstýrisfólkini uppfata sítt starv. Nú plagar løgmaður oftast at vanda sær um orðini, tá hann alment úttalar seg um landsstýrisfólk. Hevur hann móti sínum vana verið harður, hevur hann sum oftast eftirfylgjandi reiggjað øksini. Hansara mildu atfinngar mótvegis kombattantunum, kunnu tí bert merkja, at hann hóast alt satsar uppá hesa samgonguna. Hann fær hart hoyggj at draga. Tá landsstýrisfólk eru so ósamd frá fyrsta degi og tað liggja so nógv óloyst klandursmál og búnast, samstundis, sum tað dregur saman til stóra kreppu í høvðusvinnuni, so krevur henda støða annað slag av leiðslu. Løgmaður hevur áður prógvað, at hann kann sýna stór leiðsluevni. Hann má tí nú skjótt koma sær út úr skugganum av varaløgmanni og stíga í karakter sum landsins løgmaður og leiðari.