Rógvi aftur til Føroya

Sogndal vil síggja klaksvíkingin í venjingardysti eftir ársskiftið, áðrenn støða verður tikin til, um teir fara at bjóða Rógva sáttmála ella ikki

Rógvi Jacobsen verður ikki liðfelagi við teir tríggjar føroyingarnar í Sogndal í hesum umfarinum. Tað gjørdist greitt, áðrenn føroyska ferðalagið í Sogndal fór til Zürich.

Sambært heimasíðuna hjá Sogndal IL fekk Rógvi Jacobsen at vita frá leiðsluni í felagnum, sum hann vitjaði í eina stóra viku, at teir høvdu gjørt av ikki at bjóða honum sáttmála í hesum umfarinum.

? Vit hava boðað Rógva Jacobsen frá, at vit framvegis umhugsa at knýta hann afturat okkara felagi. Men vit fara ikki at taka nakra avgerð hesum viðvíkjandi, fyrrenn eina ferð eftir ársskiftið. Vit vilja hava Rógva yvir aftur higar í februar. Tá ætla vit, at hann skal spæla við í onkrum venjingardysti, og so fara vit at taka endaligu avgerðina, um vit skulu bjóða honum sáttmála ella ikki, verður sagt á heimasíðuni.


Framvegis óvist

Tað er framvegis ikki greitt, um Sogndal IL komandi kappingarár framvegis fer at spæla í næstbestu deildini, ella um teir fara at flyta upp í bestu deildina. Tvey tey næstu vikuskiftini verða tvey tey síðstu umførini í næstbestu deildini á skránni. Um Sogndal fær eitt stig burturúr ella meiri enn tað, so eiga teir rættin til uppflytingarumfar ímóti triði lægsta felagnum í bestu deildini ? tippuliguni.

Sjálvandi er keyp og søla av spælarum hjá Sogndal undan komandi kappingarári treytað av, um liðið fer at spæla í bestu ella næstbestu deildini.

Tríggir føroyskir landsliðsspælarar hava sáttmála við Sogndal. Teir eru Julian Johnsson, Hans Fróði Hansen og Kurt Mørkøre. Teir vóru allir í landsliðsferðalagnum í Sveis.

Rógvi Jacobsen , sum er 21 ára gamal, spældi síðstu løtuna við í Sveis. Hetta var fimta ferðin, at hann slapp at royna seg í landsdysti. Allar fimm ferðirnar er Rógvi skiftur inn.