Rógvi er heilt nær

Bert tvær ferðir av nítjan hevur Rógvi Jacobsen verið millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, men alt bendir á, at triðja ferðin verður leygardagin, tá føroyska liðið fer á Laugardalsvøllin

Klaksvíkingurin í HB, Rógvi Jacobsen, hevur verið fastur partur av føroyska landsliðshópinum síðani hann á heysti 1999 fyri fyrstu ferð var við í hópinum., Ta ferðina var tað annar sjúst Ísland, sum var mótstøðuliðið.

Kennir seg heilt nær
Higartil er talan vorðin um 19 landsdystir, men sæð burtur frá dystinum móti Slovenia fyri 17 mánaðum síðani og so seinna dystin móti Kasakhstan, hevur talan altíð verið um leiklut sum skiftisleikari.
Hesa ferð eru tó líkindi fyri, at Rógvi verður millum teir fyrstu, og tá vit fingu orðið á hann undir hósdagsvenjingini, viðgekk hann, at ongan tið áður hevði kent seg somikið nær.
- Tað hevur nokk ongan tíð verið so nær við áður. Henrik hevur gott nokk ikki sagt nakað enn um, hvussu liðið er, men sjálvur haldi eg, at tað er nær við. Vit eru jú ikki so nógvir, sum kunnu brúka vinstra bein úti í síðuni, og móti Kasakhstan helt eg sjálvur, at avrikið var á eini heilt góðari leið, so eg vóni í øllum førum tað besta.
Tað er tó ein lítil forðing fyri, at Rógvi skal vera partur av liðnum. Síðani dystin hjá HB ímóti GÍ seinasta sunnudag hevur hann nevnliga drigist við ein litlan skaða, og hesin forðaði honum eisini í at taka lut í allari venjingini hósdagin.
- Tað er nokk líka so nógva tað, at tað ræður um at ansa eftir. Eg fekk ein lítlan snudd sunnudagin, og tað hevur so irriterað eitt sindur. So fyrst og fremst ræður um at verða heilt klárur, men eg ivist ikki í, at um venjarin vil tað, so eri eg til reiðar at fara á vøllin leygardagin klokkan fýra, sigur Rógvi Jacobsen at enda.