Súkkling
Fáur hevur ivast í, hvat sterkasta føroysku súkklukortið hevur verið seinnu árini. Rógvi Johansen hevur seinasta árini ment seg sera nógv sum súkklari, og hevur hann eisini fingið góð úrslit í Danmark, har hann hevur tikið lut í sterkasta bólkinum.
Eingin avkláring
Men tað er nú liðugt. Um páskirnar varð endaliga avgerðin tikin, og tó at hon ikki hevur verið løtt hjá Rógva, so stendur hann fast við hesa, tá vit á føðingardegnum, týsdagin, fingu orðið á hann umvegis telefonina.
- Tað er í botn og grund ein spurningur um motivatión. Sjálvandi er tað ein stórur motivatiónsfaktorur at vera við í sterkum kappingum í Danmark. Ikki minst nú stóra handilsketan, Favorit, er vorðin sponsosur fyri liðið hjá okkum, og sigur seg vilja gera nógv til tess at styrkja um hetta. Men avgerðin hevur tó verið ávegis leingi. Longu í fjør tosaðu teir hjá Shell við meg um at leingja sponsorsáttmálan, sum eg havi havt við teir, men eg helt meg ikki til. Kendi líka sum á mær, at eg ikki fór at súkkla í Føroyum, og vildi tí ikki »snýta« ein sponsor til at rinda mær pening, uttan at hesin fekk nakað afturfyri. Og serliga ikki, tá talan er um ein somikið loyalan sponsor, sum Shell hevur verið.
- Hjá mær hevur størsta motivatiónin tó altíð verið at tikið lut í kappingunum heima í Føroyum. Her havi eg ikki verið, síðani trætuna við sokallaða Shell-liðnum í 2001, og eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at eg eri liðugur í tí sambandinum, sigu rein bersøgin Rógvi Johansen.
- Og tað hongur so eisini saman við, at eg eri sera harmur um, at hetta málið ongan tíð er avklárað. Hóast eg havi havt samband við nevndarlimir í súkklufelagnum, so er tann trætan ongan tíð tikin upp á tunguna, og tað haldi eg sjálvur vera keðiligt. Og tað er so avgjørt eitt irritatiónsmoment, sum hevur argað meg í fyrireikingunum hjá mær.
- Ikki minst tí eg sjálvur haldi, at eg havi gjørt tað, sum eg kundi, til tess at greiða málið, men har er bara einki hent. Súkklufelagið líkist í mangar mátar einum hyggiklubba, har tað ræður um at vera partur av klikuni, sum tekur avgerðirnar, og tað er so ikki nakað, sum eg tími at vera við til.
Óseriøsir
Og nú hann hevur tikið avgerðina, er Rógvi avgjørt ikki bangin fyri at siga sína hugsan um føroyska súkklulandsliðið. Eitt súkklulandslið, sum hann heldur kundi komið nógv longur, um rætt varð borið at.
- Tað tykist í mangar mátar, sum um menn bara hugna sær, sigur hann.
- Eftir Oyggjaleikirnari í 1995, sum vóru teir fyrstu fyri mítt viðkomandi, var avtalan, at vit skuldu betra enn meira um samanhaldið á liðnum, men her er so einki hent tann vegin. Tvørturímóti. Og fyrireikingarnar seinastu ferðirnar hava verið út av lagi vánaligar, fyri ikki at siga óseriøsar.
- Eitt haldi eg ongantíð, at eg havi etið so nógvar burgarar og so nógv chips, sum vit gjørdu á Oyggjaleikunum seinast. Hetta skuldi annars verið staðið, har arbeiðið við føroyskari súkkling seinastu tvey árini toppaði, men tað sigur nokk bara um, hvussu tað verður arbeitt.
- At eg so sjálvur havi fingið meyl sendandi fyri nakað av tíð síðani, har sagt varð frá, at eg nú var tikin út til bruttolandsliðið - Treytað av at eg vandi seriøst í Danmark ? og tað kann eg so ikki brúka til nakað sum helst. Eg hevði so eisini boðað frá, at so leingi ávísir persónar vóru knýttir at landsliðnum, hevði eg ongan áhuga í at vera við. Tað havi eg eisini sagt fyrr, men hesa ferð var tað altso í størri álvara, enn tað áður hevur verið.
Lætt at vera bakklókur
Hóast hann sum 39 ára nú hevur sett jarnhestin, so vil Rógvi ikki siga nakað um, at hetta er eitt definitivt farvæl til súkkluítróttina.
- Fyribils havi eg so bara gjørt av at steðga í eitt ár, men sjálvandi kann tað vera tungt at koma ígongd aftur, um eg skuldi fingið hug til tað. Men verður jú ikki yngri, men hinvegin havi eg enn ongan tíð kent hetta sum nakra forðing. Haldi tvørturímóti, at eg havi verið sterkari fyri hvørt ár.
Hvussu er og ikki, so kann Rógvi í øllum føurm líta aftur á eina góða tíð á súkkluni. Eina tíð, har hann eftir fáum árum lyfti seg upp í donsku A-røðina, eftir at hann annars hevði vant einsamallur ígjøgnum nógv ár suðuri í Vági.
Spurdur, um hann kanska ikki iðrar seg eitt sindur um, at hann ikki fór niður áðrenn, sigur hann, at tað kann hann kanska.
- Tað er jú altíð so lætt at vera bakklókur, men sjálvandi kann tað vera, at eg kundi komið longur, um eg hevði satsað meira tá. Eg var jú 33-34 ár, tá eg flutti niður, og tað sigur seg sjálvt, at menningin kundi verið størri, um eg fór áðrenn.
- Men í heila tikið haldi eg tó, at eg kann vera nøgdur. Sjálvur haldi eg, at eg kundi verið komin enn longur, men tað má so vera harvið. Fyribils verður tað í øllum førum ikki til meira, sigur Rógvi Johansen at enda.