Tað ljóðaði í gjár, at Rógvi og fuglfirðingar høvdu gjørt avtalu, og í gjárkvøldið varð hendan so staðfest.
Alment verða tíðindini ikki váttað fyrr enn í kvøld, men partarnir hava nú fingið pappír upp á hvønnannan, og so er greitt, at ÍF hevur fingið ein styrk av teimum heilt góðu til komandi kappingarárið.
Rógvi Jacobsen, sum upprunaliga er KÍ´ari, hevur her heima eisini spælt við HB. Uttanlands hevur hann roynt seg hjá KR í Íslandi, SønderjyskE í Danmark og Hødd í Noreg. Hann er eisini tann spælarin, sum hevur skotið flest mál fyri føroyska A-landsliðið í fótbólti - nevnliga 10.