Rógvi og Drekin eru eitt plettskot

Barnasendingin Rógvi og Drekin, er besta føroyska barnasending í nýggjari tíð, sigur Sunneva Mohr, pedagoglesandi, ið sambandi við evnisarbeiði - Barnasendingin Rógvi og Drekin, sum Páll Danielsen hevur gjørt í samstarvi við Kringvarpið, er eftir mínum tykki besta barnasending, ið er gjørd í Føroyum í nýggjari tíð.

Tað heldur Sunneva Mohr, nú flokkur hennara, 3P á Føroya Læraraskúla, hevur viðgjørt føroyskar fjølmiðlar og samskift millum børn við nútímas tøkni, tað veri seg SMS, tjatt ella blogg.

Hetta skrivar Birgir Kruse á www.birkblog.blogspot.com/

Sunneva Mohr sigur, at nógv viðurskifti gera sendingina serliga góða.

Hon nevnir hugflogið, litirnar og ferðina á sendingini.

Men umframt at verða litrík, stuttlig og undirhaldandi, lærir hon børnini um lívið og ríkidømið í sjónum, sum flestu børn í Føroyum kenna nakað til.

Litirnir eru sterkir og tað er við til at fanga áhugan hjá børnunum. Hon heldur, at eisini er ferðin á sendingini hóskandi til aldursbólkin, tí gongur tað ov seint fyri seg, kann barnið skjótt keðast.

Somuleiðis er málburðurin góður og orðavalið er hóskandi til aldursbólkin, suim hon heldur, at sendingin er ætlað.

Hon heldur, at Rógvi og Drekin eru tveir fittir, stuttligir og litríkir ?persónar?, ið tú onkursvegna verður hugtikin av.

- At sendingin er gjørd og upptikin í Føroyum ger hana betri enn aðrar, heldur hon.