Tað hevur stóran týdning at góðar arbeiðsumstøður verða skaptar fyri tónleikarar her heima, fleiri venjingarhølir fyri bólkar og einstaklingar, ein enn betri musikkskúla, og ikki minst tónleikapallar (konserthús og arbeiðspláss fyri tónleikarar), har tónleikarar og áhoyrarar kunnu mennast. Hettar er ein breið og effektiv loysn sum fer at geva stórt listarligt avkast, og tá kunnu vit saktans reypa
um eina ríka tónleikamentan.