Rógvi sigur stopp

Føroya fremsti súkklari er harmur um avgerðina, sum hann nú hevur tikið, men í verandi støðu dugir hann ikki at síggja, hvussu hann skal vera partur av Statoil kring Føroyar kappingini

Súkkling

Tað var í fjør summar, at stóra føroyska súkklukappingin fór av barkastokki triðja árið á rað, og tað var eisini í fjør, at rok tók seg upp um reglurnar í kappingini. Eitt rok, sum at enda førdi við sær, at Rógvi Johansen saman við súkklarunum á sonevnda Shell-liðnum tóku seg úr kappingini. At Bogi Kristiansen seinni gjørdist vinnarin av kappingini var í so máta sekundert. Tað sum fólk tosaðu um, og tað miðlarnir umrøddum, var fyrst og íkomna trætan.

Hevði teknað seg
Tað er tó ikki beinleiðis hendan, sum hevur viðført, at Rógvi nú hevur tikið avgerðina um at taka seg úr kappingini.
- Satt at siga, so meldaði eg meg til longu í vetur. Kappingin er skipað soleiðis, at talið av luttakarum er avmarkað, og tí ræður um at siga frá í góðari tíð. Og eg vildi so ikki standa í teirri støðu, at eg var ov seinur við tilmeldanini.
- Tað sum hevur viðført, at hendan støðan nú er íkomin, eru harafturímóti fleiri onnur viðurskifti, sum hava tikið seg upp í sambandi við kappingina í ár.
- Uttan at fara niður í smálutir, so kann eg bara siga, at í nógvar mátar tykist skipanin av kappingini í nógvar mátar at vera sera amatøragtig, og tað er so ikki nakað, sum er við til at stimbra undir hugin at vera við í kappingini. Heldur ikki hjá útlendskum súkklarum, sum longu í fjør fingu eitt sera vánaligt inntrykk av kappingini.

Er blivið persónligt
Hóast hann soleiðis sigur, at hendingarnar í fjør ikki hava nakra beinleiðis ávirkan á avgerð sína, so viðgongur Rógvi tó, at tað nakað persónligt eisini býr í avgerðini, sum nú er tikin.
- Tað er so eingin loyna, at eg og hinir luttakararnir á sonevnda Shell-liðnum, sum koyrdu í fjør, so avgjørt ikki vóru samdir í mátanum, sum kappingarleiðslan valdi at koyra kappingina uppá.
- Sjálvur havi eg eisini hoyrt nógv fyri hetta í Danmark, har fleiri av teimum, sum eg dagliga súkkli saman við og ímóti av og á prika til mín, og rópt skipanina av kappingini fyri »mafiostiska«. Og sjálvt um eg kanska ikki eri so øgiliga ósamdur í hesum, so er tað keðiligt at hoyra slíkt um kappingina, sum varð ætlað sum nakað stórt fyri føroyskan ítrótt.
- Í ár var tó ætlanin, at leiðslan av kappingini skuldi verða meira proffesionel. Sjálvur havi eg roynt at hjálpt til, og millum annað fekk eg samband við kenda danan, Henrik Elmgreen, sum hevur staðið á odda fyri fleiri heilt stórar kappingar her í Danmark. Millum annað hevur hann verið við til at skipað fyri stóru Post Cup kappingina Post Danmark rundt, umframt fleiri altjóða kappingum, so talan er so avgjørt um ein mann við royndum.
- Eg var eisini sera fegin, tá øll nevndin í súkklufelagnum tók undir við, at Henrik Elmgreen skuldi verða kappingarleiðari. Eisini tí at formaðurin í TSF samstundis boðaði mær frá, at hvørki Jens Glerup ella Bogi Kristiansen høvdu nakað at gera við kappingina í ár.

Alt er broytt
- Nú eri eg tó brádliga komin eftir, at kappingin verður stjórnað av Jens Glerup og Boga Kristiansen, og tað var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Eg var annars til reiðar at strika tað, sum var hent, og gera mítt besta í kappingini í summar, men hetta tók so allan hugin til kappingina frá mær.
- Ikki minst tí teir í fjør royndu at vaska sínar hendur, soleiðis at eg skuldi fáa alla skuldina fyri, at tað gekk, sum tað gekk. Teir vildu snøgt sagt ikki, at eg skuldi vinna kappingina, og tí royndu teir ymsar snildir, og alt endaði so við hasum rokinum um at vit koyrdu sum eitt lið. Soleiðis sum málið varð ført fram í miðlunum, so kendi eg meg veruliga úthongdan, og tað vil eg ikki vera partur av eina ferð afturat, sigur Rógvi, og leggur afturat, at tað so ikki var hann, sum gjørdi nakað galið.
- Tvørtur ímóti var talan um beinleiðis snýt, tá Bogi ikki varð revsaður, tá prologurin varð súkklaður í Klaksvík. Jens Glerup viðgekk tá, at Bogi hevði brotið reglurnar, men hann varð ikki revsaður. Og nú skulu somu menn standa á odda fyri kappingini!
At enda sigur vágbingurin, at hann er harmur um, at støðan er blivin, so sum hon er nú.
- Eg hevði annars glett meg til eina nýggja byrjan nú í summar. Ikki minst, tí hendan kappingin veruliga kann gera nógv fyri føroysku súkkluítróttina, men tað dugi eg ikki at síggja, at talan kann verða um, tá leiðslan í kappingini verður tann sama, sum hon var í fjør.
- Eg havi boðað høvuðsstuðlinum hjá mær, Shell, frá avgerðini, og hóast teir eisini eru harmir um hetta, so skilja teir avgerðina hjá mær, sigur ein vónsvikin Rógvi Johansen at enda.