Rógvi verður við frá byrjan

Heimvendi Rógvi Jacobsen verður eftir øllum at døma við frá byrjan, tá KÍ skal royna at vinna seg endaliga úr botninum

Klaksvíkingar eru aftur bjartskygdir. Áskoðararnir stórliga fegnast um tilgongdina av Rógva Jacobsen, sum hava sett sítt alít á landsliðsleikaran, sum ætlandi skal skjóta KÍ upp eftir stigatalvuni. Langlimaði framherjin kann byrja málskjótingina í morgin, tá hann eftir øllum at døma verður við frá byrjan, tá toftamenn vitja á Injector Arena. Hetta verður helst saman við Rodrigo Silva.

Tað er trýst á klaksvíkingum í morgin. Eydnaðst tað ikki at fáa stig, so er liðið aftur í niðurflytingarvanda. Og tað hevði verið ein lítið hugalig støða í Klaksvík.

Eyðun Klakstein, venjari, hevur aftur liðformannin Heðin á Lakjuni og verjuleikaran Jan Andreasen at ráða yvir. Teir vóru leikbannaðir seinast. Somuleiðis er Bjarni Jørgensen klárur aftur eftir drúgvan skaða, sum hevur hildið hann uttan fyri síðan triðja umfar. John Hammer og Kristian á Lakjuni verða ikki tøkir vegna skaða.

Tað var í tøkum tíma, at summarsteðgurin kom hjá toftamonnum. Tað hevur gingið alt annað enn væl seinastu vikurnar, har teir hava tapt móti Skála, HB og B71. Nú vónar felagið, at liðið er styrkt við Pól Johannus Justinussen, Jann Martin Mortensen og dananum Brian Andrésen. Hesir verða fyri fyrstu ferð í B68-búnanum í morgin.

Badara Diedhiou verður ikki við í Klaksvík í annaðkvøld. Hann er leikbannaður. Bill McLeod Jacobsen, venjari, má eisini verða langtíðarskaddu Jóan Petur Poulsen og Landing fyri uttan.