Ráðharri skal svara spurningum um ES-revsitiltøk

Sambandsflokkurin og Vinstriflokkurin á Fólkatingi krevja Mette Gjerskov, fiskimálaráðharra, í samráð sum skjótast at greiða frá revsitiltøkunum, ið ES-kommissiónin ætlar at seta í verk ímóti Føroyum.

- Nú mugu vit hava upplýsingar á borðið um og hvussu, ES-kommissiónin ætlar at revsa Føroyar orsakað av ósemjuni um veiðuna eftir uppisjóvarfiski í Norðuratlantshavi, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Mette Gjerskov skal í tríggjar fólkatingsnevndir - Matvørunevndina, Europanevndina og Føroyanevndina – at greiða frá ósemjuni millum Føroyar og ES.

- Í politisku skipanini frættist, at ES-kommissiónin ikki bert ætlar at revsa fyri ósemjuna um sildafiskiskap, men at revsitiltøkini møguliga eisini skulu umfata fiskiskap og útflutning av makreli. Um hesar upplýsingar eru rættar, hava vit eina álvarsliga støðu, bæði fyri Føroyar og fyri ráðharran, sigur Edmund Joensen.

Sambandsflokkurin á Christiansborg vil, saman við samstarvsflokkinum, Vinstra, hava greiðu á, hvat arbeitt verður við í Brússel, og hvussu stjórnin ætlar at verja føroysk áhugamál.

Her er spurningurin, ið er settur fiskimálaráðharranum upp undir samráðið:

"Ministeren bedes give en orientering om konflikten mellem EU og Færøerne vedrørende fiskeriet af sild og makrel, herunder redegøre for de overvejelser og forberedelser, der måtte pågå vedrørende eventuelle sanktioner, herunder procedurer og forventede tidsplaner samt de overvejelser, som regeringen måtte have i relation til andre landes rolle f.eks. Norge og Island, samt hvilke løsningsmuligheder for konflikten ministeren mener, der kan peges på".