Av tí, at svimjingin bleiv útsett í 2 vikur, lá ikki fyri hjá fleiri av tilmeldaðu svimjarunum at koma við.
Veðrið var gott, og rákið av tí besta, eitt frálíkt veður at avgreiða svimjingina.
Fýra svimjarar buðu seg fram til túrin. Teir hava í eina tíð svomið í Sandagerði og fyreireikað seg til tiltakið m. a. hava teir lært seg at svimja aftan á báti og eftir ýtum á landi. Eisini hava teir nakrar ferðir verið í Hósvík og svomið. Róðrarfelagið var so beinasamt at bjóða svimjarunum neystið at skifta í. Ta einu ferðina svumu teir yvir á Veðranes og aftur, ein túrir upp á uml. 2,5 km.
Klokkan 12.30 løgdu svimjararnir á fjørðin, og skjótt sást, at teir, ið oftast høvdu verið á sjónum drógu frá. Rói í Dali og Hans Egholm løgdu seg í oddin við beinari kós móti málinum. Kári Simonsen og Erlendur Simonsen, sum hava svomið teinin fleiri ferðir, valdu sínar egnu leiðir. Annar fór suðurá hin norðurá.
Komnir nakað útfrá sást, at Rói var fremstur. Og hildið var eisini, at Hans fór at blíva nummar tvey, men komnir undir Nólsoyarlandið, spældi rákið svimjarunum eitt puss. Báðir komu móti landi á suðursíðuni á brimgarðinum. Meðan hetta hendir, er Erlendur, sum er tann royndasti svimjarin, á veg norðaliga, og við einari beinari kós norðan fyri bygdina kom hann á mál sum nummar tvey, meðan Hans kom undir kirkjuni. Kári, sum er hann, ið hevur vant minst, valdi trygdina, og fór tí rýmiliga langt suðureftir, fyri at tryggja sær at koma beint á víkina. Hetta eydnaðist, og hann kom á mál sum nr. fýra.
Tíðirnar vóru:
? Rói í Dali: 1 tíma 26 min 05 sek
? Erlendur Simonsen: 1 tíma 29 min 53 sek
? Hans Egholm: 1 tíma 34 min 51 sek
? Kári Simonsen: 1 tíma 48 min 11 sek