Rói Dam Dalsgarð nýggjur formaður

Tað er nú greitt, at Rói Dam Dalsgarð tekur yvir sum nýggjur formaður í SU Mið eftir beiggjan, Bergur A. Dalsgarð.

Tað er nú greitt, at Rói Dam Dalsgarð tekur yvir sum nýggjur formaður í SU Mið eftir beiggjan, Bergur A. Dalsgarð.

 

Nýggja nevndin í lokalfelagnum hjá SU í miðstaðarøkinum - SU Mið - hevði í gjár, 8. desember, sín fyrsta nevndarfund. Sum vænt, skipaði nevndin seg á hesum fundi, og nevndin sær nú soleiðis út:

 

Rói Dam Dalsgarð tekur yvir sum nýggjur formaður eftir beiggjan, Bergur A. Dalsgarð. Magnus Høgenni tekur yvir sum nýggjur kassameistari eftir Barbaru Eysturoy, sum er flutt til Aalborgs at lesa. Rannvá Dam í Baianstovu heldur fram sum skrivari.

 

Bergur A. Dalsgarð og Karin Reginsdóttir Joensen sita enn í nevndini, men nú sum nevndarlimir. Bartal S. Hansen og Barbara Eysturoy halda eisini fram í nevndini sum tiltakslimir.

 

- Vit í SU ynskja nýggju nevndini til lukku og gleða okkum til at koma at arbeiða víðari við nevndini, siga Sosialistisk Ung í tíðindaskrivi.