Heimsmeistaraheitið í formil 1 er aftur víðopið eftir eina spennandi koyring í Kina sunnumorgunin. Í ælaveðrinum var tað Kimi Räikkönen, ið megnaði at koyra fyrstur um málstrikuna við Fernando Alonso í hølunum. Við hesum úrslitum meldaðu báðir seg veruliga innaftur í kappingina um heimsmeistaraheitið, og fyrireikarin av ársins seinastu formil 1 koyring, sum verður í Brasilia um tvær vikur, fær neyvan trupulleikar við at selja seinastu atgongumerkini. Tí eitt av mest spennandi kappingarárunum í nógv ár verður avgjørt har.
Teori gjørdist veruleiki
Møguleikin fyri, at Lewis Hamilton ikki fór at tryggja sær heimsmeistaraheitið í formil 1, í gjár, virkaði teoretiskur leygardagin. Hamilton tryggjaði sær fyrstu byrjunarstøðu í koyringini við einum nærum perfektum umfari.
Hann var 12 stig frammanfyri liðfelagan Fernando Alonso, og við einans 20 stigum eftir at kappast um, kundi Hamilton, við ikki at enda meira enn eitt pláss aftan fyri Alonso, gerast heimsmeistari. Alonso fekk einans fjórðu byrjunarstøðu aftan fyri Ferrari koyrararnar Kimi Räikkönen og Felipé Massa, tí sá tað sera lovandi út fyri Hamilton.
Endaði í eini grúsgrøv
Koyringin gekk væl fyrstu løtuna fyri Hamilton, heilt inntil kleyvarskapur og svikaligt veður kostaðu honum ein tryggan sigur. Eftir at hava ligið á odda frá byrjanini, kom Hamilton undir trýst av Räikkönen og Alonso. Við niðurslitnum regndekkum á eini rættiliga turrari breyt og veðurforsøgn, ið segði, at tað kundi fara at regna aftur hvørja løtu. Bíðaðu McLaren liðið og Hamilton ov leingi við at koyra í pitt. Bíðað var eftir, hvussu veðrið fór at blíva. Tá Hamilton endiliga koyrdi í pitt, vóru dekkini so niðurslitin, at hann gleið av váta og hála pittvegnum og steðgaði upp í grúsgrøvini.
Kimi Räikkönen tók við sigrinum tíggju stig av leiðsluni hjá Hamilton í kappingini um heimsmeistaraheitið, meðan Fernando Alonso tók átta stig av muninum upp til Hamilton.
Við bert einari koyring eftir hevur Hamilton 107 stig, Alonso hevur 103 og Räikkönen hevur 100 stig.
Gott úrslit fyri Red Bull
Svikaliga veðrið gjørdi sítt til at gera koyringina spennandi, og teir bilarnir, ið valdu at fara inn í pitt nóg tíðliga at skifta regndekkini til turrveðursdekk, vunnu nógv pláss. Hetta gjørdi, at úrslitið gjørdist nokkso óvanligt, og serliga Jenson Button í Honda á fimta plássi og Sebastian Vettel í Torro Rosso á fjórða plássi vóru óvæntaði úrslit. Men Vettel var ikki einasti maður úr Red Bull samtakinum, ið fekk eitt gott úrslit. Liðfelagin Vitantonio Liuzzi fekk sætta plássið, og David Coulthard, í høvuðsliðnum hjá Red Bull, fekk áttanda pláss. Hetta vísti at góða ferðin hjá Red Bull í Japan ikki var av tilvild, og tað tykist, sum Adrian Newey teknaði bilurin endiliga byrjar at vísa sítt potentiali, hetta boðar gott fyri komandi kappingarár.