Mang bendir á, at tað verður stríðstval um formanssessin í Fólkaflokkinum í heyst, tá landsfundur verður aftur. Jørgen Niclasen, formaður, sigur við Rás2, at hann ræðist ikki at fáa kapping um formanssessin.
Annika Olsen, tingkvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna, hevur fingið áheitanir frá fólki í Fólkaflokkinum um at stilla upp til formansvalið. Og hon hevur váttað, at hon umhugsar at bjóða Jørgen Niclasen av, tá formanssessurin skal mannast aftur í heyst.
Men Jørgen Niclasen ræðist ikki kapping. Hann hevur lítlan hug at tosa um formansval í Fólkaflokkinum, og sigur at hetta er als ikki aktuelt enn.
- Formansval verður aftur í heyst, og tað skal tað eisini verða. Eg ræðist ikki kapping, um tað verður stríðsval, kapping er jú ein partur av ideologiini hjá Fólkaflokkinum, sigur Jørgen Niclasen við Rás2.
- Men um tað verður stríðsval, tað taka vit til ta tíð, sigur Jørgen Niclasen.
Áður var tað soleiðis, at tað var tingmanningin sum innanhýsis avgjørdi formanssessin. Tað plagdi ofta at verða gjørt um ólavsøku. Hetta er nú broytt, soleiðis at tingmanningin nú innstillar til floksleiðsluna, sum so avgerð, hvør skal verða formaður.