Úr Jerúsalem til Runavíkar

Seinnapartin í morgin skipar føroyska Ísraelsmissiónin fyri evnisdegi á Hotell Runavík. Til hetta tiltakið hevur felagsskapurin fingið danan Hans-Ole Bæggaard at halda fyrilestrarnar. Hesir fara at snúgva seg um landið Ísrael í bíbilskum ljósi og andaligu støðuna her.

Hans-Ole veit rættiliga nógv um hetta evnið, tí sjálvur virkar hann sum danskur prestur í ísraelska høvuðsstaðnum.

Evnisdagurin byrjar kl. 13:30 og heldur fram til kl. 17. Umframt hetta fer Hans-Ole at tosa við fleiri tiltøk kring landið.

Hann vitjaði í gjárkvøldið í Havn, í kvøld í Sørvági, og verður síðani at hoyra á Toftum, Glyvrum og í Klaksvík.