Vit vilja hervið nýta høvið at takka Kaj Leo Johannesen fyri lesarabrævið »Ríkisfelagskapurin tryggjar føroyingum í Danmark skerpikjøt«.
Vit halda hetta vera eitt ótrúliga gott grundarlag fyri at verða verandi í danska ríkinum og eru nú sannførd um, at ríkisfelags-skapurin er heimsins besta skipan.
Frøast eisini um tað avbera góða arbeiði, ið formaður Sambandsflokksins ger fyri okkara land. Tað er gott at seta sær høg mál! Næsta verður kanska tvøstið?
Enn einaferð takk Kaj Leo!
Ung og lesandi í Íslandi:
Sunneva Háberg Eysturstein,
Guðrið Hansen,
Sanna Andrassardóttir Dahl,
Herfinnur Árnafjall,
Gunnhild Dahl Niclasen,
Mads Jacobsen,
Lív Patursson.